Bretsku Lewis Gordon Pugh svam sum kunnugt 1 kilometur tvørtur um eitt vatn uppi á Mount Everest, til at vísa á at eisini har bráðna jøklarnir av veðurlagsbroytingunum, so mikið at til ber nú at svimja har. Hann vísir her í videoini niðanfyri á vandan fyri alheims kreppu, nú triðja hvørt menniskja á klótuni er í vanda fyri at tróta drekkivatn. Og greiðir so sum fyrr ógvuliga litríkt frá sjálvum túrinum, har hann hesuferð skuldi svimja so spakuliga sum gjørligt í ískøldum vatni, til ikki at kvalast av iltmangul.