Ironman í KBH varð svomið í kloakkvatni

Tað regnaði sum kunnugt illa í Keypmannahavn farna vikuskifti, upp undir Challenge Copenhagen kappingina í triathlon á Ironman teininum, sum millum annað føroyingarnir Evald Rasmussen, Andrass Joensen Kári Simonsen og Annelisa Justesen gjøgnumførdu. Stóru vatnmongdirnar gjørdu at vatnreinsiverkini máttu lata nakað (ella nógv) av kloakkvatninum fara beint í havið, og tað sæst nú aftir her stutt áðrenn Christiansborg Rundt, við tað at ein rúgva av teimum 1700 luttakarunum frá Challenge Copenhagen nú liggja búksjúkir.

Fyri at gera tað heila eitt sindur meira kiksað, so siga fyrireikararnir av triathlon kappingini at teir fingu boðini um reytt flagg frá Miljøstyrelsen kl 8:30, sum var for seint við tað at triathletarnir tá longu vóru farnir útí. Men tað sigur Miljøstyrelsen seg ikki skilja, við tað starvsfólkið hjá teimum ringdi klokkan 7:40.

Serfrøðingarnir heilsa at tað ikki neyðturviliga er heilsuskaðiligt at svimja í lorti, við tað at kloakkvatnið rættiliga skjótt verður tynnt út í havinum. Men tað er sjálvsagt heldur ikki serliga snilt.

Les her á Politiken, her á swim.dk og her á challengecopenhagen.com.

2 thoughts on “Ironman í KBH varð svomið í kloakkvatni”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.