Nú er Pan Pacific 2010 avgreitt, og til ber tí at samanbera úrslit har við úrslit á EM 2010. Tað hava tey gjørt við eini ‘virtuellari’ stevnu her á SwimmingWorld Magazine, og støðan gjørdist altso at Pan Pacs hevði bestu gullheiðursmerkjatíðir, og tí ‘vann’ stevnuna við 23 gull, 24 silvur og 17 bronsu, har EM til samanberingar fekk 17 gull, 16 silvur og 23 bronsu.
Tað eru mennirnir hjá stillahavsbúgvum sum gera munin, við 14 ferðir at hava skjótastu tíð eisini í mun til EM, har evropearar kláraðu tað 6. ferðir. Nágreiniligu tølini eru 14 gull, 11 silvur og 7 gull til Pan Pacs, í mun til 6 gull, 9 silvur og 13 bronsu til EM.
Hjá kvinnum vinnur Evropa hinvegin akkurát, við 11 gull, 7 silvur og 10 bronsu, í mun til 9 gull, 13 silvur og 10 bronsu til Pan Pacs. Men tað er so ikki nokk til at vinna aftur tað sum Pan Pacs mennirnir vóru betri, og tí vinnur Pan Pacs samlaðu kappingina um bestu úrslit.
Um vit skulu nevna nøvn, so er tað ógvuliga positivt at norðurlendingar sum Therese Alshammar, Lotte Friis, Sarah Sjöström og Alexander Dale Oen verja borg, við 5 ferðir at hava bestu tíð av øllum (Therese Alshammar 2 ferðir), umframt saman við Jeanette Ottesen at eiga onkrar næstbestu og triðbestu tíðir eisini.
Tað eru aftur her serliga kvinnurnar sum gera seg galdandi, meðan tað hjá monnum út yvir Alexander Dale Oen bara er Pál Joensen sum stingur seg upp í millum, við at nú eiga 4. bestu tíð av øllum í 1500 frí (14:56.90), aftanfyri Ryan Cochrane úr Kanada (14:49.47), Chad LaTourette úr USA (14:54.48), og Sebastien Rouault (14:55.17) úr Fraklandi.
Legg forrestin til merkis at kinesiski Zhang Lin er aftanfyri Pál á listanum, sum nr 5 í 1500 frí við 14:58.90, og onga plasering millum 8 teir bestu í 800 frí. Hann er forsvarandi heimsmeistari í 800 frí frá HM í Rom í fjør, eigur heimsmetið frá tá við 7:32.12, og gjørdist tá eisini nr 5 í 1500 frí, við 14:54.23. Kanska eitt offur fyri væntandi superdraktir nú?
Oussama Mellouli væntar eisini, sum vann gull í 1500 á HM í Rom, umframt silvur í 800 aftanfyri Zhang Lin. Hann varð vist nokk bjóðaður til hesa Pan Pacs stevnu, hóast Tunesia ikki beinleiðis liggur runt Stillahavið, men hevur kanska valt at ikki fara allíkavæl.
Einki heimsmet varð sett á Pan Pacs 2010, hóast vónir vóru til at annaðhvørt Ryan Lochte fór at gera tað í 200 blandað, ella Rebecca Soni í 200 bringu. Tey komu tó rættiliga nær, á sama hátt sum japanski Kosuke Kitajima imponeraði við at svimja 2:08.36, har ungarski Daniel Gyurta svam 2:08.95 í Budapest, og har heimsmetið hjá Christian Sprenger frá HM í Rom í fjør er 2:07.31.
Á New York Times spekulera tey uppá um ikki Locthe hevði kunnað klárað at sett heimsmet, um Phelps kappaðist ímóti honum eisini í 200 blandað, men Phelps meldaði frá tí hann var móður. Ikki tí, Phelps kláraði seg væl, við at svimja bestu tíð av øllum bæði á Pan Pacs og EM í 100 og 200 firvald.
Men altso einki nýtt heimsmet enn, og stadigvekk ein lítil yvirvág hjá londunum runt Stillahavið í mun til okkum her í Evropa.
Han var við, var tungur í vatninum sum til Mare Nostrum. Eg minnist ikki hvat hann svam innleiðandi í 1500m, men var ein góðan hálvan min. frá bestu ‘plastik’ tíð.