Avstralski langteinasvimjarin Ryan Napoleon hevur fingið 3 mánaðar karantenu fyri doping við evninum Formoterol, og kemur tí ikki at svimja á stóru Commonwealth Games kappingini í India í oktober. Hetta ljóðar til at vera ein av teimum veruliga óhepnu søgunum, við tað at Napoleon eftir øllum at døma av óvart kom til at dopa seg, við tað at apotekið hevði sett skeiva etikettu á ein astma inhalator (!).
FINA sigur at tað er greitt at maðurin ikki ætlaði at dopa seg, men at íðkarin tó so enn hevur ábyrgd fyri at eftirkanna sín heilivág, og tí má dømast. Teir 3 mánaðirnir eru eisini greiður niðurskurður í mun til tey 2 árini sum hann annars eftir reglunum átti at fingið, men tað er sjálvsagt fyri tað tragiskt at maðurin nú skal vera skrásettur sum dopingsyndari, bara tí at apotekið ikki hevði skil á sínum heilivági.
Ryan Napoleon skuldi svimja 400 og 1500 frí á Commonwealth Games, og verður skýrdur ein av teimum heilt stóru nýggju talentunum í langteinasvimjing.
SwimNews.com samanber her hendingina tá ið Munoz slapp undan karantenu, við hendingingina nú tá ið Napoleon fær dóm, og sær ongan mun:
Tíðindaskrivið frá avstralska svimjisambandið kann eisini lesast har, ið millum annað sigur: