Nú fer Nyad at royna at svimja frá Cuba til Florida

60 ára gamla Diana Nyad ætlar sær í hesari vikuni at svimja frá Cuba til Florida, 103 miles ella 165.76 kilometrar, uttan aðra verju enn okkurt tól til at styggja hávarnar burtur við. Sambært AolNews er tað ikki fyrstu ferð at nakar svimur hendan teinin, men fyrstu ferð at nakar roynir at svimja har uttan hávabúr. Og tað hevur man eftir øllum at døma brúk fyri, har um leiðir, eisini sambært Nyad sjálvari: “You talk to shark experts, and they tell you that when you’re far from shore and making all those splashing noises, you tend to attract sharks who think you’re a dying fish.”



Fylgið við á www.diananyad.com, har man millum annað nú kann lesa, at hon hevur fingið neyðuga loyvið frá stjórnini í Cuba til at svimja hagani. Men har er illveður á leiðini, ið sum kunnugt oyðilegði seinastu roynd hjá henni, tá afturi í 70-unum. Her niðanfyri gevur hon eitt feskt ‘update’ úr leirinum, har hon eisini sigur at tey kunnu brúka eitt sindur av fíggjarligum stuðli, til at gjalda fyri ferðina hjá teimum 37 sum fylgja henni á leiðini.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.