Napoleon fær karantenuna flutta, so hann sleppur til Delhi

Altjóða kærudómstólurin CAS hevur avgjørt at broyta dopingdómin hjá avstralska Ryan Napoleon, so at hann hvørki fær strikað úrslitini frá avstralsku Commonwealth Games úttøkustevnuni í mars mánaða, ella er í karantenu tá ið tey nú í oktober fara til Commonwealth Games. Hann varð sum kunnugt tikin fyri doping, av tí at apotekið hevði merkt ein astma-inhalator skeivt.

Apotekið viðgekk feilin, men FINA dømdi hann allíkavæl í karantenu, við grundgeving at íðkarin hevur ábyrgd fyri at eftirkanna sítt medisin. Tann karantenan byrjaði í august, og umfataði tí eisini CommonWealth Games nú í oktober. Hartil avgjørdi FINA at strika øll úrslit hjá honum 6 mánaðar fram frá november mánaða í 2009, íroknað úrslitini frá avstralsku Commonwealth Trials í mars mánaða, ið merkti at hann altso í prinsippinum ikki svam á hesi úttøkustevnu, og tí heldur ikki kundi úttakast.

Men “The Court of Arbitration for Sport” hevur nú avgjørt at stytta tíðarskeiðið har úrslitini hjá honum verða strikað, til at galda frá 16. november í 2009 til 28. januar í 2010, ið harvið ikki umfatar úttøkustevnuna til Commonwealth Games. Og hartil hava tey flutt sjálva karantenuna, til at byrja tann 15. juni og enda í dag tann 15. september, ið merkir at hann frítt kann fara til Commonwealth Games.

Líka mikið, venjarin hjá honum Michael Bohl er ikki serliga optimistiskur, við tað at (vegna karantenuna?) ikki hevur kunnað vant saman við teimum í tríggjar vikur, og við tað at alt rokið her hevur oyðilagt hansara motivatión. “The most important thing now is that he’s able to train with the group. That’s the best bit of news out of it.”

Les SwimNews.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.