Viðfestur er luttakaralistin til HS stevnu nú í vikuskiftinum 18. – 19. september. Tað sær út til at serliga Pál Joensen fær eina góða kapping, við einum 9 styrkismetingum sum nr 1 og 4 sum nr 2, umframt Magnus Jákupsson sum verður styrkismettur at verða fimm ferðir nr 1 og 2 ferðir nr 2, og Birita Debes sum verður styrkismett at verða fimm ferðir nr 1. Hartil Helena, Turið og Cecilia, sum standa til at verða nummar 1 einar 3 ferðir í part, og Tanja og Pauli sum standa til at verða nr 1 einar 2 ferðir í part.
HS heilsar at tíðarætlanin er broytt eitt sindur, nú tey vita hvussu nógvir svimjarar verða osfr.
Eg havi tí viðfest nýggju tíðarætlanina her omanfyri.