Ægir-svimjarin Turið S. Christiansen setti í gjár nýtt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, við tíðini 5:11.41. Hetta var á úttøkustevnuni til landsdyst, sum er í Havn í hesum døgum. Eingin hevur til nú sett juniormet í hesi grein, síðani Svimjisambandið í august 2008 umskipaði aldursbólkarnar, og tá ásetti kravtíð 5:18.63 til at kunna seta juniormet í greinini. Tíðin hjá Turið er samstundis undir kravtíðina 5:24.71 hjá gentum í hennara árgangi at sleppa til NJM í desember, umframt undir kravtíðina 5:15.77 til gentur eitt ár eldri enn hana at sleppa til somu stevnu.
Turið hevði longu áðrenn úttøkustevnuna nú klárað kravtíð til NJM (Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna), men tað er sjálvsagt frálíkt fyri tað at fáa staðfest høgt støði hjá henni aftur longu nú. Tey eru til nú 5 sum hava klárað kravtíð til NJM: Birita Debes úr FLOT, Erna Katrin Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag, Turið S. Christiansen úr Ægir, Heðin L. Olsen úr Ægir, og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag.
Føroysku svimjararnir hava til nú sett 23 føroysk seniormet á langgeil, 11 føroysk seniormet á stuttgeil, 51 føroysk juniormet á langgeil og 44 føroysk juniormet á stuttgeil í 2010. Tilsamans 129 met, bara í ár.