Onkur hevur spurgt um ikki okkurt fór at frá at koma frá okkum sum vóru á donsku venjararáðstevnuni Aqua Clinic herfyri, og eg havi tí sett niður við notunum. Gev gætur, at hetta ikki er serliga fullfíggjað, men bara tað sum eg helt vera áhugavert at skriva niður, tá ið eg tímdi at skriva niður. Kanska avdúking av tí sum eg veit for lítið um, og tí haldi vera áhugavert. Við øllum teimum sveiggjum sum nú einaferð eru, á eini so drúgvari ráðstevnu, íroknað fullkomiliga væntandi notur sunnumorgunin 🙂
Eskild Ebbesen, rógvari
Eskild Ebbesen er trífaldur olympiskur meistari og seksfaldur heimsmeistari í rógving, sum partur av lættveks-fýraranum hjá dønum, kallaður “guldfireren”. Hann hevur enn heimsmet í innirógving (2000 metrar uppá 6:06.4), og er cand.scient. í ítróttarfysiologi.
“Håndslag på aftalen”: Sum boð uppá succésina hjá teimum, helt Ebbesen at millum annað greiða avtalan millum teir 4 gjørdi munin, og at teir høvdu eitt høgt botn-niveau í venjingini (“Altid kvalitet i træningen”). Árið upp undir OL høvdu teir 100% frí frá arbeiði og skúla, og so vóru teir yvirhøvur ekstremt uppmerksamir uppá teknikk, rytmu og alt møguligt annað. Spurdur úr salinum um tað veruliga passaði, svaraði hann til dømis ja, at teir gingu í vøttum og sprittaðu hendurnar í Beijing, hvørja ferð at teir høvdu tikið í eina hurð, tí at teir vistu um onnur sum høvdu fingið búksjúku.
Teir royndu at gera alt perfekt, og yvirhøvur vera so professionellir, at tað kanska stressaði kappingarneytarnar. Sum hann segði, “Hvis man kan presse så hårdt at man kan få de andre til at kigge lidt, så kan man måske forstyrre dem nok til at vinde”. Í hasum smalu bátunum er tað nevniliga bara éin sum má hyggja til viks, um ikki báturin skal vagga so mikið at árarnar taka í, í framføringini.
Hann nevndi um askesu, altso tað at offra alt fyri ítróttin, at tað var gott at duga at skifta gear 1 mánaða áðrenn kapping, og so duga at slækka av aftur. Men hann segði eisini, at tað kløkkaði hann eftir gullið í Beijing, at hann eftir trimum døgum við lítlum svøvni og MacDonals og diverse, var meira móður enn hann hevði verið uppá nakað tíðspunkt eftir venjing.
Hann nevndi nøkur góð ráð, soleiðis yvirhøvur, sum vist nokk koma frá eini bók kallað “7 gode vaner“, at tað er gott at kenna millum annað “90/10 reglen for frustration”. At 90% av tí sum man er irriteraður inni á, egenliga er vegna ein feil hjá einum sjálvum, meðan 10% koma vegna irritatiónsmoment reint uttanífrá. Eisini ráðini “Søg først at forstå – dernæst at blive forstået”, um tað at man má royna at seta seg inn í støðuna hjá øðrum fólki, um man vil hava tey at skilja tað sum man sjálvur roynir at siga. At man skal royna at skapa “win-win” samrøður og støður, har báðir partar vinna, har hann tók dømi í einum klandri millum seg og stjóran fyri donsku rógvingini, har stjórin pá eitt tíðspunkt hevði skorið í gjøgnum við vísdómsorðunum, “husk på, at vit har jo samme mål”.
So stendur her okkurt um “romaskinen – den fysiske test”, umframt um styrkislistan, sum eg ikki heilt minnist hví at eg skrivaði niður … møguliga tí at tosa varð um at venja saman við øðrum bátum, og um at kunna styrkismeta seg ímóti øðrum. Har stendur í øllum førum “24 km på tid” næst, sum var ein stuttlig søga um tá ið teir høvdu vant sama stað sum okkurt annað land, og hin báturin so spurdi um teir kundi rógva okkurt kapp, vælvitandi at danir vóru so góðir sum teir nú vóru. Danir sloppu at velja, og smekkaðu so 24 km uppá tíð, sum um at tað var nakað sum teir plagdu at rógva, og við morderiskum tempo. Stutta søgan er at hinir fóru meira niður enn teir, og at bluff-nummarið tí riggaði.
Spurdur um hvussu hann hevði kunnað hildið á so leingi, segði hann at tann vaksandi lønin hjálpti. Meðan hann las var tað eingin trupulleiki at vera (eisini) fátækur rógvari, og árið upp undir OL í 2008 høvdu teir sum sagt verið upp á fulla løn, við matlevering út á Bagsværd Sø og líknandi. Har var eisini góð samskipan við skúlan, og hann var heldur ikki so gamalur í garði, at hann yvirhøvur var móður av at rógva, Byrjaði sjálvur sum 14 ára gamalur, og bygdi so upp til at venja 9 ferðir um vikuna sum 15 ára gamalur. Rógvarar gerast ofta fyrst góðir uppi í 20-unum og 30-unum (sum hann), og størsta avbjóðingin hjá honum hevði fyrst verið tá ið hann fekk familju og børn. Tá føldi hann at har bara var pláss til 2 ting í senn, familju og rógving ella familju og arbeiði, og tí hevði tað eisini verið eitt krav frá honum at verða fult út løntur fyri at rógva, tá ið hann kom aftur at rógva í 2008 eftir ein steðg.
Hatta var sirka tað, sum eg skrivaði niður í leypi av fyrilestrinum hjá Eskild Ebbesen. Eftir eru Jesper von Seelen Hansen, Andrei Vorontsov og Paulus Wildeboer, sum eg reinskrivi her í leypi av vikuni.