Sjálvur forsetin Julio Maglione gekk á odda, tá ið ovasta nevndin hjá altjóða svimjisambandinum FINA á fundi í Uruguay her um vikuskiftið valdi at kúvenda í spurninginum, um hvør sum kann koma við uppskotum til lógarbroytingum hjá FINA. Tey høvdu sum kunnugt havt ætlanir um at bara ovasta nevndin sjálv skuldi kunnað koma við uppskotum til lógarbroyting á regluligi kongressini, men venda nú aftur til tað upprunaliga, at eisini tey einstøku svimjisambondini kunna koma við uppskotum.
Eitt stríðsmál var sum kunnugt atkvøðugreiðslan á kongressini í Rom í fjør, um at banna superdraktir, sum einstøk sambond høvdu lagt fyri kongressina, hóast óvasta nevnd FINA var ímóti. Og vandin var kanska møguleikin at nýggja World Swimming Association skuldi fáa fótafesti, sum serliga amerikanskir áhugabólkar høvdu ætlanir um skuldi meira ella minni koppa FINA. Les SwimmingWorld Magazine