Heimsmeistari ynskir skamlar sum teir í Klaksvík

Ja ja, sig so tað – suðurafrikanski bringusvimjarin Cameron van der Burgh suffar her á Twitter, at hann roynir at skaffa éin Omega startskammil at venja á. Og frámerkir annars tweet-ið við orðunum “Africa” og “stoneage” 🙂

Trying to Organize a Omega track block for home #Africa #stoneageless than a minute ago via Twitter for BlackBerry®


Cameron van der Burgh vann gull á heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar, og hevur heimsmetini bæði á stuttgeil og langgeil. Tað var hann sum í vár bjargaði Páli og Jón frá at stranda á flogvøllinum í Johannesburg, við sjálvur at koyra eftir teimum úr Pretoria. Hann hevur flottan Audi og egnan hyl at venja í eisini heima hjá sær sjálvum, men altso ongan veruligan skammil sum teir í Klaksvík.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.