SwimNews.com skrivaði í gjár at Stephan Widmer landsliðsvenjari hjá Avstralia hevði latið tað verða upp til einstaka svimjara at avgera, um teir vildu við til Delhi. Heimsmeistarin í bringusvimjing Christian Sprenger ivaðist sjálvur, men vónaði at tey flestu fóru við flúgvaranum í dag, um ikki annað til at kunna standa saman. Men tað er enn eitt rættiliga kaotiskt, har avstralsku myndugleikarnir so seint sum í morgun senda út nýggja ávaring um terror kann henda í Delhi nær tað skal vera, meðan indisku myndugleikararnir senda inn apur til at ræða apur burtur, sum er ein reellur trupulleiki við tað at sjálvur borgmeistarin í Delhi í 2007 varð dripin av apum, og við tað at onkur hevur funnið slangu á hotellinum hjá íðkarunum.
Einans 24 gradir, har FINA krevur millum 25 og 28. Og so tekur tað minst 40 minuttir at koyra við bussi hvønn vegin, sum kann enda við at svimjarar skulu koyra buss einar 4 tímar hvønn dag.
http://www.swimnews.com/news/view/8093
“SS Bajwa suffered serious head injuries when he fell from the first-floor terrace of his home on Saturday morning trying to fight off the monkeys.”
Kelda: bbc.co.uk