Luleå Midnight Swim 2. juli 2011

Sviar ætla at hava eina stóra 3000 metrar ‘open water’ kapping heilt uppi í Luleå í Norrbotten tann 2. juli 2011, runt eitt nes har í býnum. Norrbotten er uppi í Bottnisku víkini, nær markinum til Finnlands, og væl norðanfyri Føroyar, so teir 3000 metrarnir verða soleiðis sirka ‘alla náttina’, frá tí at tað er ljóst til tað aftur er ljóst, frá kl 23:45 til einaferð beint eftir midnátt. Tey hava roynt tað einaferð sum test, og lansera so 2011 sum eitt stórt tiltak, har tey longu nú vænta luttakarar úr Svøríki, Noregi, USA, India, Onglandi, Spania, Portugal og Avstralia. Sí www.luleamidnightswim.com


Vís størri kort

Her er ein video, har vit millum annað síggja Alshammar skjóta ein stóran gun:

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.