Landsdystur Ísland-Føroyar 2010

Sekstan føroyskir svimjarar fara leygardagin hin 9. oktober kl. 16:00 at kappast á næsta landsdysti ímóti Íslandi, í Laugardalslaug svimjihøllini í Reykjavík. Afturat teimum fara 10 aðrir føroyskir svimjarar við yvir á venjingarlegu, at venja 7 dagar á stuttgeil og langgeil, sum fyrireiking til altjóða kapping.

DSC00827

Fyrra landsdystin vunnu føroyingar so ruddiliga, 101 stig ímóti 79, í høllini í Tórshavn hin 28. november 2009. Men tað var stutt áðrenn NJM og EM í fjør, sum merkti at serliga íslendingar høvdu trupult við at stilla við sterkastu manning. Vit kunnu tí vænta okkum væl harðari kapping frá teimum í ár.

Skráin fyri landsdystin í ár er:

  • 50 firvald kvinnur
  • 50 firvald menn
  • 200 bringa kvinnur
  • 100 bringa menn
  • 200 frí kvinnur
  • 400 frí menn
  • 4×50 blandað kvinnur
  • 4×50 blandað menn
  • 100 rygg kvinnur
  • 50 rygg menn
  • 100 frí kvinnur
  • 100 frí menn
  • 200 blandað kvinnur
  • 200 blandað menn
  • 8×50 frí mix

Reglurnar eru, at tveir svimjarar frá hvørjum landi kappast í hvørjari grein, soleiðis at øll svimja minst eina og í mesta lagi tríggjar einstaklingakappingar. Fyrsti svimjari fær 4 stig, næsti 3, triði 2 og fjórði 1 stig. Í liðsvimjingum fær fyrsta lið 8 stig, næsta 6, triðja 4 og fjórða 2 stig. Vinnari av landsdystinum er tað land sum hevur flest stig tilsamans, tá ið alt er svomið.

CIMG0900

Føroyska liðið til landsdystin eru:

  • Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum, Helena Sævarsdóttir, Pál Joensen, Jón Hofgaard og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag
  • Turið S. Christiansen, Bjarni M. Petersen og Heðin L. Olsen úr Ægir
  • Guðrun Holm Jacobsen, Magnus Jákupsson og Dánjal Hestoy úr Havnar Svimjifelag
  • Birita Debes og Astrið Foldarskarð úr FLOT
  • Jonna B. Thomsen og Jóhann Heðinsson úr Fuglafjarðar Svimjifelag.

Í mun til í fjør eru útskiftingarnar serliga, at vit í ár mugu klára okkum uttan Shailu millum Garðarnar, Kára J. á Høvdanum, Monu Simonsen og Paula Ø. Mohr. Vit vita at tey yngru hjá okkum eru í ógvusligari menning, men tað verður tó enn torført hjá teimum at vinna á íslendingum, uttan hesir fýra.

Tey 10 eyka til venjingarleguna eru:

  • Cecilia Eysturdal úr Ægir, Erna Katrin Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag og Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, sum hava klárað kravtíð til norðurlendsku juniormeistara- stevnuna (NJM) í desember
  • Sofus Bech úr Suðuroyar Svimjifelag, Eva Trygvadóttir úr Ægir og Edit Dahl úr Havnar Svimjifelag, sum eru nær at klára kravtíð til NJM
  • Sigmund Mørkøre úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, Alvi Hjelm úr Ægir og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag, sum venja fram ímóti norðurlendsku meistarastevnuna fyri ung (NMU) í 2012.

Venjingarlegan í Íslandi er liður í áhaldandi arbeiðnum hjá Svimjisambandi Føroya, at bøta um væntandi venjingarumstøður her heima. Hon verður bæði á 25 og 50 metrar geil, eftir umbøn frá venjarunum, av tí at báðar hyljalongdir hava týdning fyri venjingina.

PB281274

Høvuðsvenjarar til landsdystin og á leguni verða Petur Heðin á Fløtti úr Ægir og Jón Bjarnason úr Suðuroyar Svimjifelag. Ferðaleiðarar verða Niels Pauli Eysturberg og Eyðun Húsgarð, sum umboð fyri starvsnevnd SSF, og hartil koma Marit Skaalum og Súsanna Mortensen.

Ferðaliðið fer úr Føroyum fríggjadagin 8. oktober, og kemur heim aftur fríggjadagin 15. oktober. Landsdysturin ímóti Íslandi verður leygardagin 9. oktober frá klokkan 16 til 18 í Laugardagslaug svimjihøllini í Reykjavík.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.