Nakrir upplýsingar um ferðina til Íslands í morgin

Hestoy sendi nakrar upplýsingar út til svimjararnar í gjár, sum eg tí endurgevi her:

Liðið fer úr Vágunum fríggjadagin 8. oktober kl. 11:00. Gerið so væl og verið á flogvøllinum í seinasta lagið 1 tíma innan.

Minnist til passið!!!!!

Ferðaleiðarar eru:
Palli Eysturberg, telefon: 27 04 44
Eyðun Húsgarð, telefon: 56 46 06
Marit Skaalum og
Súsanna Mortensen

Venjarar eru:
Jón Bjarnson og
Petur Heðin á Fløtti

Liðið býr á Farfuglaheimilið, ið liggur við síðuna svimjihøllini í Laugardali. Á Farfuglaheimilið fáa tit seingjarklæði, so tit skulu ikki, ikki, taka soviposa við.

Allir luttakararnir fáa eina t-shirt hvør. Kunnu tit gera so væl og takið einar svartar stuttabuksur við.

Meðan liðið er í Íslandi hava liðleiðararnir telefon +298 51 75 59.

Skráin vit hava fingið frá íslendingum er í stórum henda.

Landsdysturin er leygardagin 9. oktober kl. 16 í Laugardali. Aftaná er skipað fyri døgurða fyri øllum svimjarum og hjálparfólkum. Gerið tykkum klár til at undirhalda!

Sunnumorgunin kl. 10:00 verður farið busstúr til Bláa Lónið.

Seinnapartin mikudagin verður farið at vitja í Sandgerði (vinarbýi hjá Vági).

Annars er venjing tværeis hvønn dag, uttan undantak.

Liðið verður heima aftur fríggjadagin 15. oktober kl. 15.00.

Havi tit ivamál, so eru telefonnummur hjá Palla og Eyðun omanfyri.

MINNIST TIL PASSIÐ!!!!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.