Íslendska liðið er krútsterkt

Síggi her á sundsamband.is, at tey hava valt út nakrar av sínum allarbestu svimjarum, til landsdystin ímóti Føroyum í morgin. Jakob Jóhann Sveinsson er har, sum smyr okkum av í bringusvimjing, umframt Hrafnhildur Lúthersdóttur sum á Small States stevnuni í summar svam líka skjótt 400 metrar blandað, sum føroyska metið í 4×100 metra blandað liðsvimjing var inntil tá. Umframt ein rúgva av øðrum krútsterkum svimjarum …

PB281208

Listin hjá íslendarum er:

  • Anton Sveinn McKee (Ægir) – 1993
  • Ágúst Júlíusson (Akranes) – 1989
  • Bryndís Rún Hansen (Óðinn) – 1993
  • Eygló Ósk Gústafsdóttir (Ægir) – 1995
  • Jakob Jóhann Sveinsson (Ægir) – 1982
  • Hrafn Traustason (SH) – 1992
  • Hrafnhildur Lúthersdóttir (SH) – 1991
  • Inga Elín Cryer (Akranes) – 1993
  • Ingibjörg Kristín Jónsddóttir (SH) – 1993
  • Karen Síf Vilhjálmsdóttir (Ægir) – 1993
  • Kolbeinn Hrafnkelsson (SH) – 1994
  • Njáll Þrastarson (SH) – 1994
  • Orri Freyr Guðmundsson (SH) – 1991
  • Ragnheiður Ragnarsdóttir (KR) – 1984
  • Sigurður Örn Ragnarsson (Ægir) – 1991

Þjálfari Jacky Pellerin

Har manglar so ein, til at tey eru 16. Men her er einki at ivast í, at vit allarhelst koma at tapa dystin, og tí heldur skulu fokusera uppá at taka tey stikk sum vit nú kunnu. Bryndis Rún Hansen smyr okkara gentur av í firvald (27.24 í 50 firvald), Eygló Ósk Gústafsdóttir svimur 100 rygg væl skjótari enn Birita (1:03.10 í mun til 1:04.72), Inga Elin Cryer kann svimja 200 frí uppá 2:03.12, har føroyska metið hjá Elspu er 2:03.15. Hrafnhildur Lúthersdóttur svimur 200 blandað uppá 2:15.77 har føroyska metið hjá Elspu er 2:21.22. Jakob Jóhann Sveinsson svimur 100 bringu uppá 1:01.31, har føroyska metið hjá Páli er 1:05.50.

Og so framvegis. Vit eiga at kunna vinna okkurt, sum til dømis 400 frí hjá monnum, har Pál jú er heilt ovarliga á alheims styrkismetingarlistanum. Men tað verður altso heilt ófatiliga trupult at vinna samlaða dystin, um ikki okkara ungu draga nakað heilt einastandandi upp úr hattinum. Og her hoyrir so við, at okkara lið er ungt, og tíverri eitt sindur ov ungt hesuferð, vegna tað at summir av okkara aktivu seniorum ikki vóru tøkir til dystin. Okkara lið er fyri tað mesta juniorar og yngri, meðan íslendararnir fyri tað mesta eru seniorar.

Soe … kempið sum svøk, og troystið tykkum við at vit koma aftur sterkari næstu ferð, um tað ikki gongur hesuferð 🙂

One thought on “Íslendska liðið er krútsterkt”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.