Ísland vann landsdystin móti Føroyum í Reykjavík, við 98 stigum ímóti 80. Hetta varð sum væntað ein rættiliga greiður sigur til teirra, um enn ikki heilt so greiður sum tá ið vit í fjør vunnu við 101 stigum ímóti 79 (ið sostatt enn er landsdystarmet 🙂
Føroyingarnir gjørdu ein øgiligan vørr her ímóti endanum, tá ið teir megnaðu at vinna liðsvimjingina 8 x 50 fyri kvinnur og menn, í tøttum dysti ímóti íslendingum. Íslendarar vóru her so óhepnir at næstbesta stafettin hjá teimum varð kolldømd (lukkutíð av íslendskum dómarum heima í Íslandi), við tí úrsliti at tey bara fingu stig fyri stafettina sum bleiv nr 2. Stafettirnar fáa dupult stig í mun til einstaklingakappingarnar, og tað gjørdi tí stóran mun í samlaðu støðuni.
Vit eru ikki heilt liðug at eftirkanna hvussu stendur til við føroyskum metum og juniormetum, men kunnu tó staðfesta at í øllum førum 2 føroysk met og 2 juniormet eru komin í hús. Tað eina settið var tá ið Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag vann 50 metra firvaldasvimjinga við tíðina 24.95, og hitt tá ið Birita Debes úr FLOT vann 100 rygg við tíðina 1:03.15.
Pál Joensen gjørdi tað sum hann skuldi, nevniliga at vinna tær tríggjar einstaklingakappingarnar sum hann í mesta lagi slapp at luttaka í – 400 frí, 100 blandað og 100 frí. Har var einki føroyskt met hjá honum, men tað er heldur ikki væntandi, so tíðliga í sesongini, hjá honum ella fyri so vítt nøkrum av føroysku svimjarunum. Tí er tað eisini einastandandi, at síggja til dømis Jón Hofgaard skava 2 sekund av síni bestu tíð í 100 bringu, í dysti sum longu áðrenn var dømdur at fara við næstan 100% vissu til íslendingar.
Føroyingarnir fara nú til galladøgverða hjá íslendingum, sum óivað verður stuttligur. Jon Hestoy hevði longu áðrenn fráferð ætlanir um at tey har skulu syngja “Á Spreingisandi” fyri íslendingum … og tað skulu tey nokk eisini fara at gera, líka mikið um tey duga hann ella hava havt møguleika at trena hann, um bara formaðurin veittrar nóg nógv við ørmunum.
Vit í Føroyum vilja takka íslendingum, at teir góvu okkum møguleika at fylgja við yvir internetið. Havið tað gott har yviri, í kvøld og framyvir, og vitið at tit mugu stilla við allar-allar-sterkastu manning næsta ár, um tit ætla at vinna í Havn ímóti føroyingum 🙂
Verðins besta kensla, at sita her eftir ein sovorðnan landsdyst. HATTA ER KNOTUR, sum ikki ræðast ein á pappírinum ómøguligan dyst, men í staðin geva tað tey hava. Gott gentur, gott dreingir, og til lukku Føroyar !
Flott flott 😀 Hevði vanta tapi fór at vera nakað væl størri 🙂 men sum Rókur skrivar ” HATTA ER KNOTUR, sum ikki ræðast ein á pappírinum ómøguligan dyst, men í staðin geva tað tey hava. Gott gentur, gott dreingir ” kundi ikki sakt tað betur 😀 Tillukku øll somul, tit vóru ófør 😀
Petur Heðin heilsar úr Reykjavík, at Astrið setti juniormet í 50 firvald, og Jón juniormet í 100 bringu.
So eru tey altso 2 føroysk met og 4 juniormet, tilsamans 🙂