Magnus 24.95 og føroyskt met í 50 firvald

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svam seg fyri løtu síðani sum fyrsti føroyingur nakrantíð undir 25 sekund í 50 metra firvald, tá ið hann á landsdystinum millum Ísland og Føroyar í Reykjavík svam teinin á stuttgeil uppá 24.95 sekund. Einastandandi úrslit hjá unga havnarmanninum, sum ikki enn hevur veruligan junioraldur, men sum tó so setur bæði seniormet og juniormet.

Ísland3 Magnus 50 firvald 24-95

2 thoughts on “Magnus 24.95 og føroyskt met í 50 firvald”

  1. Rókur sá ikki byrjanini av sendingini og eg royndi sum frægast at fanga úrslitini, men havi møguliga sæð skeivt, tá Magnus setti nýtt met. Eg haldi at tað stóð 24.95 á ljóstalvuni, men á heimasíðuni sundsamband.is siga tey, at tíðin hjá Magnus var 24.91.

    1. Genturnar skrivaðu eisini 24.95, og offisiella ljóstalvan vinnur nokk á heimasíðuni.

      ‘For the record’, so var eg á veg heim frá arbeiðsuppgávu í Havn. Eitt fitt pettið við umleið 60 kilometur í tíman vegna at tað var kjaftsvart í mjørka. Tað var bara heilt hyggeligt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.