Langir bíðilistar eftir at sleppa at læra at svimja í Danmark

Politiken skrivar her, at til dømis svimjifelagið GI40Hermes í Keypmannahavn hevur 307 børn á bíðilista, sum vilja sleppa í svimjiskúlan. Tey hava trý lið koyrandi í senn í níggju ymiskum hallum frá kl 15, og hava tó so slettis ikki pláss fyri øllum. Og tey gerast fleiri og fleiri sum leita til felagið, av tí at svimjiundirvísingin í skúlunum nógva staðni verður skorin burtur, samstundis sum foreldruni hava fingið fokus á vatnítrótt og týdningin av at kunna klára seg í vatni.

Í Dragør er vandi fyri at alt virksemi hjá Dragør Svømmeklub má halda uppat, av tí at kommunan ætlar at steingja einastu svimjihøll í kommununi, enntá við óvissu um hvat sum so fer at henda við skúlasvimjingini. Og í Allerød er sum kunnugt ótryggleiki rundan um svimjiskúlan hjá Allerød Svømmeklub, við tað at kommunan ætlar at steingja Engholm svømmehal. Hetta hóast at Allerød er svimjifelagið aftanfyri svimjarar sum Mads Glæsner, Mathias Gydesen, Marcus Bak, Amalie Emma Thomsen og Lotte Friis.

One thought on “Langir bíðilistar eftir at sleppa at læra at svimja í Danmark”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.