Nýsæland valdi í leypi av Commonwealth Games í India at senda svimjaran Daniel Bell heim “in disgrace”, av tí at hann hevði smakkað sær á. Hann hevði annars vunnið silvur í 100 rygg har í Delhi, men hevur eftir øllum at døma eina fortíð við alkoholnýtslu á stórum stevnum, har hann til dømis á OL í Beijing í 2008 varð avmyndaður avdottin á vesi, og á HM í Rom mátti innleggjast vegna alkohol-forgiftning. Tað var forrestin fyrrverandi danski landsliðsvenjarin Mark Regan sum hevði avgerandi orðið í Delhi, nú hann er høvuðslandsliðsvenjari fyri Nýsæland. Lesið her á stuff.co.nz.
Sær út til at Daniel Bell var offrið tá, væl yngri enn hinir, og útstoyttur eisini:
http://www.stuff.co.nz/sport/2417859/Swimmer-breaks-Olympics-shame-silence
Tað sær út til at Bell kann vænta sær enn meira straff
http://www.nzherald.co.nz/sport/news/article.cfm?c_id=4&objectid=10681832