Amerikanski Chip Peterson vann í gjár Tiburon Mile Open Water Swim í San Franciso og 10.000 dollarar, frammanfyri tann annars í open water svimjing nærmast óyvirvinniliga Thomas Lurz úr Týsklandi, Ryan Cochrane úr Kanada, Oussama Mellouli úr Tunesia, og [ahem] Mads Glæsner úr Niðurlondum [?]. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
Teir 5 fremstu vóru sambært SwimmingWorld Magazine:
- Chip Peterson (USA) 22:52
- Thomas Lurz (GER) 23:06
- Ryan Cochrane (CAN) 23:09
- Oussama Mellouli (TUN) 23:20
- Mads Glæsner (NED) 23:47
Í offisiella úrslitanum stendur tó sum rætt er, at Mads Glæsner er úr Keypmannahavn, og harvið dani. Tað er nokk tað at amerikanarar hava skrivað EUR sum stat og so skulu vita hvar Copenhagen er, sum forvirrar 😉
Annars var tað so mikið kalt at svimja í vanligum svimjiklæðum har í San Francisco, at 6 máttu bjargast upp vegna kulda. Peterson segði eisini sjálvur sambært Marin Independent Journal, at tað var eitt sindur kalt.
“I honestly had a really good start, I’ve done this once before and my start was atrocious and this year I was right behind (2008 Olympic gold medalist Oussama Mellouli), who is an incredible (1,500-meter) swimmer and that really helped me get out towards the front,” Peterson said. “It was cold but $10,000 is a pretty good motivator to keep it moving.”
Har eru forrestin nakrar fínar myndir, í hasum frá Marin Independent Journal.
Hjá kvinnum vann amerikanska Christine Jennings við tíðini 24:45, beint frammanfyri avstralsku Melissa Gorman á 24:46 og amerikansku Chloe Sutton á 25:02. Hon var eisini køld.
John Naber og Mel Stewart fingu eitt heldur serligt upplivilsi sum viðmerkjarar har í Tiburon …
http://twitter.com/#!/goldmedalmel/status/27809677833