Forsetin í Georgia svam 3.5 km sum átak fyri ferðavinnuna

Georgiski forsetin Mihheil Saakashvili svam í gjár 3.5 kilometrar í Svartahavinum, til at stimbra ferðavinnuna í Adjara landspartinum í Georgia. “Vatnið er super!”, segði Saakashvili, og spældi síðani eitt sindur vatnpolo við borgarstjóran í Tbilisi og georgiska ráðharran í ítróttarmálum. AFP skrivar her at tað møguliga var eisini eitt prik til russiska forsetan Vladimir Putin, sum í fjør varð sæddur svimja firvald í eini á í Sibiria, at Saakashvili fyrst svam umleið svimjiteinin til ein “ironman” í triathlon, og síðani viðmerkti at ‘hetta er ein av orsøkunum til at hersetingarvaldið hyggur við øvundsjúku at okkara landi, og ynskir at taka tað’. Russland og Georgia kríggjaðust í 2008, og Russland hevur enn túsundavís av hermonnum í tveimum nú fyrrverandi landaøkjum hjá Georgia.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.