Mellouli luttekur í Dubai

Oussama Mellouli kunnger nú sambært gulfnews.com, at hann ikki bara ætlar sær at luttaka á komandi heimsmeistarstevnuni í Dubai tann 15. til 19. desember, men eisini sær fyri sær ‘a very special performance’: “This competition is a great opportunity for the Arab world to be exposed to such an exciting event. And for me to come and participate in a country that has given me so many friends will be indeed very special.”

Mellouli flutti til USA at venja í 2002, og er sum kunnugt bæði forsvarandi olympiskur meistari og heimsmeistari í 1500 metra frísvimjing á langgeil. Nú er tað so tíð til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum hann ikki kundi luttaka í á stevnuni í Manchester í 2008, av tí at hann tá enn var í karantenu fyri doping síðani HM á langgeil í 2007.

Hann hevur ikki tikið endaliga støðu í hvat hann vil luttaka í á HM í Dubai, annað enn at tað eftir øllum at døma í øllum førum verða “a couple of freestyle events”. Á www.gulfnews.com tykjast tey eitt sindur ivasom við tað at hann ikki hevur luttikið á nakrari størri meistarastevnu í 2010; men sjálvur sigur Mellouli at hann hevur vant miðvíst fram ímóti stevnuni í Dubai.

“I have been training seriously for December and all I need to do now is to get the rhythm and stroke right. And if the fitness and the work load are there, then you can get the job done.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.