Heili trý juniormet vórðu sett á úttøkustevnuni í Klaksvík í morgun, umframt at nakrir ungir svimjarar svumu øgiligt í 800 og 1500 frí. Magnus Jákupsson úr HS setti juniormet og undir NJM kravtíð í 200 firvald við 2:12.64, har kravtíðin til at seta juniormet var 2:18.47. Thurið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 bringu við 2:40.30, har metið hjá henni sjálvari frá MU 2010 var 2:41.11. SuSvim gentur settu juniormet í 4×100 blandað við 4:40.52, har metið hjá Ægir frá FM 2010 var 4:41.25.
Jón Hofgaard svam 2:25.81 í 200 bringu, sum gott nokk ikki er met, men tó øgiliga nær fyrrverandi metinum á 2:24.71 hjá Høgna T. Hansen, sum stóð frá 1993 til 2008, tá ið Pál Joensen setti núverandi føroyska juniormetið á 2:22.49.
Tanja Skaalum svam 9:39.40 í 800 frí, sum er langt undir NJM kravtíðina 9:47.28 hjá gentum árgang 1996. Trupulleikin er her tó bara, at Tanja er árgang 1997, og tí ov ung til at luttaka á NJM.
Og Óli Mortensen og Eyðbjørn Joensen svumu ávíkavist 16:25.55 og 16:29.45 í 1500 frí, sum aftur er klárt undir NJM kravtíðirnar 16:53.32 hjá dreingjum árgang 1993 og 17:22.00 hjá drengjum árgang 1994. Við sama trupulleika sum Tanja, at teir sum árgang 1996 eru heili tvey ár for ungir til at kunna luttaka á NJM.
Í somu 1500 svam Sofus Bech árgang 1994 17:16.79, undir kravtíð 17:22.00 hjá hansara árgang 1994, sum sostatt kvalifiseraði hann til NJM í Kastrup í desember mánaða. Eitt á allan hátt super úrslit, sum tó her varð eitt sindur yvirskuggað av 96-arunum.
95-arin Sigmund Mørkøre megnaði eisini at svimja undir kravtíð til NJM í Kastrup í desember, við tíðini 17:13.66.
Hann er eisini ov ungur til at sleppa við.
Poula Ø. Mohr megnaði at svimja 31.01 í 50 metra ryggsvimjing, har hennara silvurheiðursmerkjatíð frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009 var 31.24.
Kravtíðirnar til Oyggjaleikir eru sum kunnugt silvurheiðursmerkjatíðirnar frá seinast, og Poula hevur sostatt klárað kravtíðina til Isle of Wight, komandi summar.
Susvim juniorgentur settu nýtt juniormet í 4x100m frí.
Tanja 1:02,43
Helena 1:00,34
Erna K. 1:03,97
Guðrun 1:00,09
Samanlagt 4:06,83 í mun til 4:10,25 hjá Ægir frá FM 2010
Thurið S. Christiansen úr Ægir svam seg til nýtt juniormet í 400m blandað. Tíðin er nú 5:10,93 í mun til hennara egna “gamla” met sum var 5:11,41 frá HS stevnu í septembur 2010.
5 juniormet fyrsta dag, tað er heilt ókey, ha ? 🙂
Hesin sjónvarpsmaðurin er øgiligur 🙂
Ólavur Wolles arbeiðir freelance, og líðir enn av tí sum onnur so forhánisliga kallað fyri ‘pionér-anda’
(say no more)
Soleiðis skal tað gerast 🙂
Og alt til onga nyttu.
Men tað er bara at minnast til tað til eina aðru ferð. Ikki at spilla sína tíð uppá KVF, og so kann Ólavur halda frí sunnudag.
Tú slapp at síggja sirka alt í sambandi við at HB blivu føroyameistarar, so gott sum íroknað at onkur skuldi á WC. Innannøring sigi eg, at leggja so nógv í hvør ið vinnur á hvørjum øðrum í lítlu Føroyum, samstundis sum teir ikki nytta nakað sum helst (og so slettis ikki nakað sum helst) uttanlanda.
Men eg hoyrdi at onkur bannaði illa tað einu ferðina. Hoyrdi so ikki nakað WC skola niður :/
… so vænti eg at tey verða fullkomiliga irrelevant innan alt ov leingi, har uppi í Kringvarpinum. Tað er for lætt at gera sjónvarp á hasum støðinum, til at tey kunnu yvirliva ímóti glaðum amatørum.