Reki og Skeggjar fingið nýtt navn

Svimjifeløgini Reki og Skeggjar løgdu sum kunnugt saman herfyri, og skrivaðu í hesum sambandi út kapping um at finna navn til samanlagda felagið. 13 uppskot komu inn til kappingina, harav nevndin í felagnum nú hevur avgjørt at felagið skal eita Svimjifelagið REYSTI, sum Per Dávidsson Jacobsen hevur skotið upp.

Í uppskotinum stendur m.a.: “At vera reystur, er eitt nú at vera – sterkur, kraftamikil, máttmikil, tvør/ur, fattur, rankur o.s.v. Eitt navn, sum lýsir svimjiandan á góðan hátt. Tað ræður um at vera tvørur, sterkur og kraftmikil, tá man kastar seg út í hesa stuttligu, sunnu og eisini beinhørðu kappingargrein.Deilir man navnið upp, so fær man ikki bara Reysti burturúr, men eisini Eyst. Soleiðis fær man bæði boðskapin, men eisini felagsandan og staðið við.”

Sí tíðindi her á www.eysturkommuna.fo

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.