Altjóða svimjisambandið FINA kunnger nú í tíðindaskrivi, at tey hava avgjørt at seta ein arbeiðsbólk av høgt virdum altjóða serfrøðingum at kanna hendingina nú Fran Crippen doyði í havsvimjing. Hesin bólkur fer at umfata ein serfrøðing frá einum altjóða lívbjarginarsambandi, ein serfrøðing í hjartasjúku og sportsmedisin (her serliga viðvíkjandi “sudden death” hendingum), tveir serfrøðingar sum amerikanska svimjisambandið sleppur at peika út, og ein Gunnar Werner sum FINA sjálvt hevur sett, sum er serfrøðingur í lóg.