Tey skriva gott nokk um sín egna Esteban Jesús Paz, í greinunum í El Depornauta og El Diario de La Pampa, og um hvussu ‘hvørt tak er lagnan sum leiðir ímóti HM í Dubai’, nú hann gjørdist nummar 12 í innleiðandi 400 blandað, og nummar 16 í innleiðandi 400 frí. At hann í 400 frí við tíðini 3:52.84 svam sína næstbestu tíð nakrantíð, eftir at hava sett argentiskt met í Rio de Janeiro farna mánaða, við 3:51. Men nú man allíkavæl skrivar, so noyðist man líkasum eisini at nevna, at Biedermann vann við 3:42.31, at Pal Joensen úr Føroyum vann silvur við 3:44.45, og at niðurlendski Job Kienhuis vann bronsu við 3:45.27 🙂
Har mangla hundraðpartar í hasum frá argentinum, men tilmeldingartíðin hjá honum til World Cup í Berlin er so 3:51.95:
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/Berlin_2010/C51A1_SLHeats_12_Heats_Men_400_Free.pdf