Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Pál Joensen vann í dag aftur gull í Moskva, í 1500 metra frísvimjing á FINA World Cup stevnuni har. Hetta er næsta gull sum hann vinnur í Moskva í ár, og annað ár á rað at hann vinnur gullheiðursmerkið á 1500 metra teininum. Pál hevur til nú vunnið 2 gull og 2 silvur á World Cup stevnunum í ár, sum er eitt gullheiðursmerki meira enn hann vann í fjør, longu áðrenn hann hevur luttikið á stevnuni í Stokkhólmi.
Tað sá gott út allan vegin, at Pál var í kontrol tað fyrsta langa pettið, áðrenn hann veruliga setti ferð á og fór frá hinum. Teir fyrstu 200 metrarnar royndi Maxim Selov úr Russlandi at fara frá hinum, úti á einari av uttaru geilunum, men tað vísti seg at hann átti ikki nokk til at kunna halda allan vegin. Pál setti so líðandi ferðina upp, til tað við 1000 metrar bara vóru hann og russiski Sergey Bolshakov sum lógu á odda, við ukrainska Seriy Frolov hangandi eitt sindur afturúr.
Men tá setti Pál so enn meira ferð á, til Bolskakov at enda mátti sleppa, og tá var so mikið slitin, at hann mundi mist silvurheiðursmerkið til Frolov. Tíðin hjá Páli gjørdist 14:50.66, eitt sindur frá teimum 14:47.39 í Berlin, men tó so enn áttanda besta tíð í heiminum í ár. Bolshakov svam 14:53.85 og Frolov 14:54.27, báðir væl undir teimum 14:58.33 sum Evgeny Kulikov vann russisku meistarastevnuna við, farna vikuskiftið.
Nú er so síðsta World Cup stevna á skránni, í Stokkhólmi komandi leygardag og sunnudag, 6. til 7. november. Har verður mótstøðan gróthørð, at Pál í 400 skal møta aftur bæði týska Paul Biedermann, sum vann á honum í Berlin, og franska Yannick Agnel, sum vann á stevnu í Genova í vikuskiftinum, við júst somu tíð sum Biedermann svam í Berlin. Teir báðir Biedermann og Agnel bardust um gullið í 400 frí á langgeil í summar, á EM í Budapest, so lítil ivi er um at tað serliga eru hesir báðir sum 400 meturin handlar um, nú í Stokkhólmi í vikuskiftinum.
Hartil skal Pál aftur møta franska Sébastien Rouault, bæði í 400 og í 1500 metrar frí, sum vann á Páli á 1500 metra teininum í Budapest í summar. Sum kunnugt orrustan ið flestu tosaðu um eftir EM á langgeil, har Pál legði hart og djarvt út, men har Rouault tíverri megnaði at hanga í, fyri síðani at spurta frá Páli teir síðstu metrarnar. Snøgt sagt tvær kappingar nú í Stokkhólm, har Pál er outside’ari til at vinna gull, men tó so er við í stríðum um heiðursmerki.
Afturat honum luttaka Birita Debes og Magnus Jákupsson á stevnuni í Stokkhólmi, sum tey bæði afturat Páli ið hava megnað at svomið flest FINA stig í éinari svimjikapping, frá 1. september til úttøkustevnuna í farna mánaða. Tey venja hart ímóti norðurlendsku juniormeistarastevnuna í Kastrup í desember, men fáa hartil her møguleika at royna seg í útvaldum greinum, ímóti nøkrum av heimsins bestu svimjarum.
Fylgið við á www.svimjing.com, umframt í føroysku miðlunum.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Splitt-tíðirnarnar hjá Páli í Moskva (14:50.66) og Berlin (14:47.39)…
…og hjá Alexander Shimin, sum fekk 4. pláss í Moskva (15:09.76) og 5. pláss í Berlin (15:01.84).
Finn Pál og Jón…
Fleiri myndir eru at finna á russwimming.ru.
Izotov var ‘man of the evening’ í Moskva, við 1:42.77 í 200 frí. Men Pál fær eisini eitt orð við á vegin:
Among other solid efforts were a 50.99 win in the 100m butterfly for Evgeny Krotyshkin (RUS), a 14:50.66 victory for Pal Joensen (FAR) in the 1,500m free and a 2:23.37 win for Keiko Fukudome (JPN) in the 200m breaststroke, her effort upsetting European champion Anastasia Chaun (RUS), on 2:23.63.
http://www.swimnews.com/news/view/8207