Nú hava russarar endiliga frígivið startlistan til finaluna í 1500 metra frísvimjing á World Cup í Moskva, og Pál hevur lukkutíð sum væntað bestu tilmeldingartíð, 14:32.12 frá World Cup í Berlin í fjør, í mun til 14:44.23 hjá næstbesta russiska Sergey Bolshakov frá EM í Istanbul í fjør, báðar svomnar í superdrakt.
Finalan er ein helvt um helvt russisk og ukrainsk affæra, við tí eina føroyska favorittinum sum undantak. Alexander Shimin er har, sum við 3:47.39 gjørdist nummar 4 í 400 frí, umframt ukrainski Sergiy Frolov, sum við 3:51.23 gjørdist nummar 7 í 400 frí. Bolshakov svam eisini 400 frí, men gjørdist tá nummar 9 við 3:53.12, og rakk tí akkurát ikki finaluna. Hartil ukrainski Oleksandr Lutchenko, sum við 3:54.00 gjørdst nummar 14 í 400 frí, og russiski Andrey Dmitriev sum við 3:55.84 gjørdist nummar 17 í 400 frí.
Undantøkini (skulu vit kalla teir ‘dark horses’?) eru ukrainski Maksym Shemberev við tilmeldingartíð 15:32.05 í 1500, og russiski Maxim Sedov við 15:53.53. Men hetta eru jú tilmeldingartíðir rættiliga langt frá teimum væl undir 15 minuttunum sum Pál svimur á stuttgeil, og tí mest sannlíkt menn sum ikki kunnu gera seg galdandi.
Teir 8 í finaluni eru styrkismettir …
- Pál Joensen (FAR) 14:32.12
- Sergey Bolshakov (RUS) 14:44.25
- Seriy Frolov (UKR) 15:08.89
- Oleksandr Lutchenko (UKR) 15:08.90
- Alexander Shimin (RUS) 15:10.74
- Maksym Shemberev (UKR) 15:32.05
- Andrey Dmitriev (RUS) 15:42.38
- Maxim Sedov (RUS) 15:43.53
Leggið forrestin til merkis, at Evgeny Kulikov ikki er á listanum, sum annars vann russisku meistarastevnuna í 1500 metra frí á stuttgeil herfyri, við tíðini 14:58.33. Alexander Shimin svam 15:01.84 í 1500 metra frísvimjing finaluni í Berlin sunnudagin, so besta russiska støðið liggur nokk har um, runt 15 minuttir. Aktuella støðið hjá ukrainum er ringt at meta um, við tað at teir hvørki figurera á ranglistunum hjá SwimRankings ella FINA.