Hey tit, bara ein stutt heilsan higani úr Stokkhólmi, nú meðan Jón og hini eru yviri og venja. Vit eru komin gott upp á pláss, eru í gongd við triðju venjing, og tykjast klár til kappingar í morgin árini. Nógv spennandi fólk, og nógvar góðar myndir at taka, men tíverri trupulleikar við at mína egna telda hevur checkað út 🙂
World Cup her í Stokkhólmi er rættiliga nógv ørvísi enn nakað sum eg havi verið við til, av tí at tey allarflestu búgva saman her á hotellinum, og tí at tónin sum heild er nokk so avslappaður. Snøgt sagt, um man er svimjari ella leiðari og vil koma upp á tal við stjørnurnar, so er tað her tú skalt royna at vera.
Norski Alexander Dale Oen og danska Jeanette Ottesen hava verið ordliga ‘í lag’ við føroyska ferðaliðnum í Moskva, og fylgjast tí (í øllum førum fyribils) víðari við okkum her. Tað vil siga, at vit ótu morgunmat saman í morgun, og vandu eisini saman, tá aftaná.
Nú seinnapartin hava Jón og eg verið á eini stuttari venjararáðstevnu, har fyrilestrarhaldararnir vóru Shannon Rollason sum vandi Jodie Henry á sinni, og Gennadij Touretski sum vandi Alexander Popov. Tað var mikið áhugavert, eitt sindur meira sprint-orienterað enn á ráðstevnuni í Holstebro herfyri, men tó so ikki við nøkrum ‘smutt-holi’ tá ið tað kemur til at sleppa undan at venja nógv.
Eg havi stórar trupulleikar við telduni, sum annaðhvørt bara blæsur, ella frystir tá ið hon fyrst er komin nøkulunda í gongd. Talan er um eina gamla farteldu, so tað er kanska bara slutt fyri hennara viðkomandi. Tað er nokk Murphy sum hevur avgjørt at hon skuldi endaliga geva upp ond í Stokkhólmi, heldur enn heima, so nú er væl bara at vóna, at hann gevur okkurt okkurt heiðursmerki afturat afturfyri.
So tað verður nokk eitt sindur trupult at fáa tykkum myndir heim og tílíkt, fyrr enn vit eru heima aftur. Hetta her verður skrivað á telduni hjá Bjarnasyni, nú meðan tey eru yviri og venja, og eg skuldi onkur onnur ørindi. Í morgin byrja vit heilt tíðliga, og so verður tað væl tað vanliga trummirummið, at vit allatíð skifta millum svimjing, eting og hvíld.
Men eg skal royna at senda okkurt SMS heim til Bartal, sum so koyrir tað víðari á heimasíðuna. Over and out, eg fari at vita um eg kann fanga tey yviri í hylinum, so at tey kunnu fáa matbilettir har til døgverðan í kvøld.