Hetta er ítróttarpolitikkur á einum øðrum støði enn vit eru von við í Føroyum, at indiska ítróttarmálaráðið nú hóttir við at av-viðurkenna indiska svimjisambandið, tí at aðalskrivarin har er afturvaldur fyri sættu ferð. Leiðireglan hjá indisku stjórnini er, at aðalskrivari og kassameitari í indiskum ítróttarsambondunum ikki mugu sita í meira enn tvey valskeið á 4 ár, fyri síðani at skula ‘køla av’ í minst 4 ár, áðrenn teir kunnu veljast í størvini aftur. Men hesa hevur indiska svimjisambandið altso ikki fylgt, og stjórnin hevur tí givið teimum 90 daga, til at bøta um sína reglugerð, og halda nýval ‘in a fair, democratic and transparent manner’. Lesið her á dnaindia.com.