Video: Magnus 100 firvald á World Cup í Stockholm

Magnus Jákupsson setur her flott persónligt met í 100 firvald, við tíðini 56.75, har besta tíð hjá honum áðrenn World Cup í Stokkhólmi var 58.11. Hann er nú bara tíggjundapartar frá juniormetið hjá Páli Joensen á 56.52, og so aftur eitt vet frá føroyska metinum hjá Páli á 56.22.



Legg forrestin til merkis, at svenski speakarin veit av føroyska metinum hjá Páli, og fylgir við í hvussu tað gongst hjá Magnus at nærkast tí (hóast Magnus var langt frá at kunna seta tað, um man metti út í frá tilmeldingartíðini). Hetta var ikki ‘plantað’ av okkum, so tey fylgja altso við, har yviri í Svøríki 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.