Fyrrverandi amerikanski høvuðslandsliðsvenjarin Mark Schubert segði í dag á tíðindafundi í The International Hall of Fame, at hann ikki fekk nakra munnliga ella skrivliga ávaring frá USA Swimming áðrenn uppsøgnina, og at tey tí ikki hava hildið seg til sáttmálan. USA Swimming stjórin Chuck Wielgus hevði gott nokk átalað okkurt í sambandið við Pan Pacs, men segði samstundis í nærum sama andadrátti, at Schubert kundi verða verandi í starvinum sum høvuðslandsliðsvenjari fram til 2016 ella 2020. Lesið SwimmingWorld Magazine og SwimNews.com
Schubert sigur seg vera til reiðar at fara aftur í starvið, um svimjarar og venjarar í USA Swimming ynskja tað. Tvistin er ikki við USA Swimming sum so, men heldur við starvsfólk í USA Swimming, sum vegna starvssetanina hjá Schubert beint undir ovasta stjóran Chuck Wielgus merkir, at tvistin er millum hesar báðar. Sakførarin hjá Schubert hevur góðar vónir um at til ber at kalla uppsøgnina fyri sáttmálabrot, ið so aftur kann merkja annaðhvørt endurgjald ella at Schubert verður settur aftur í starvið. Ein røð av svimjarum og venjarum hava longu skrivað undir eitt mótmæli her, til at fáa Schubert aftur í starvið.
SwimmingWorld.TV hevur nú allan tíðindafundin á netinum:
Lucius Malfoy, is that you ?
Áh ja, var hasin ikki í “Harry Potter and the Half Assed Prince” ? 🙂