Koreanski Tae-hwan Park vann í gjár 400 frí á asiatisku meistarastevnuni á langgeil í Guangzhou (Canton) í Kina, við tíðini 3:41.73. Hetta er triðbesta tíð í heiminum nakrantíð, bara aftanfyri týska Paul Biedermann 3:40.07 frá HM í Rom í fjør summar, og avstralska Ian Thorpe 3:40.08 frá Commonwealth Games í Manchester í 2002. Park vann eisini 100 frí við 48.70 og 200 frí við 1:44.80, men stúrir fyri hvussu tað fer at ganga í 1500 frí í morgin, har hann skal svimja ímóti kinesisku Sun Yang og Zhang Lin.
Sun Yang vann við tíðini 14:35.43. Púrasta ørt!