ÍSF vil hava okkum at verða meira tilvitað um kost

ÍSF skrivar nú her á heimasíðu síni, at “Tað er eitt kent dømi, at tann matur, sum vanliga er til keyps í ítróttahøllunum kring landið ikki er tann heilsubesti, tí franskir hotdogs og chips stuðla ikki í at fremja sítt besta, tá tey skulu á vøllin”. Tey leggja tí upp til at feløgini heldur taka til sín tað sum danir kalla “stævne-snack”, at flisa og skera frukt niður í plast-íløt, og umhugsa í hesum sambandi at lata út ‘start-pakkar’ við knívum, skeribretti og øðrum, til at leggja lag á.

DSC00654

DSC_0042Vegna svimjingina vil eg (Rókur) líka vísa á, at trupulleikin kanska ikki er heilt har beint í svimjing, at tey keypa hotdogs og chips í høllini. Gott nokk eru franskir toast nokk so populerir allastaðni, men í Klaksvík hava tey eftirhondini fyri vana at bjóða (heilar) ókeypis fruktir fyri einki, og til dømis á Toftum hevur verið vanligt at bjóða børnum og vaksnum rugbreyð við viðskera at keypa. Í Havn og í Suðuri bjóða tey ofta onkran góðan grýturætt á døgverða, og í Leirvík og í Fuglafirði plagar heldur ikki at vera nakað problem. So hatta við hotdogs má verða okkurt bólt-ting.

DSC_0018

CIMG5883Hinvegin er tað sjálvsagt vert at leggja sær í geyma, at ítrótturin skal ganga á odda eisini tá ið tað kemur til mat. Tað er jú ein av týdningarmiklu byggisteinunum aftanfyri heilsustøðuna og góð ítróttaravrik, og tað hevur tí alstóran týdning av vit senda eitt so rætt signal sum gjørligt, um hvat ítróttarfólk eiga at eta. Altso, út við bommpakkunum, og inn við rosinunum 🙂

DSC01246

3 thoughts on “ÍSF vil hava okkum at verða meira tilvitað um kost”

  1. Hatta har á plakatunum er okkurt frá tá ið kafeterian er opin fyri almenninginum, og altso ikki nakað sum hoyrir beinleiðis til svimjistevnurnar. Man plagar tó at fáa franskar toast, og hitt kann nokk eisini skaffast, um til dømis danskarar ella hollendarar ynskja tað 😉

    DSC00654

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.