USA Swimming avgjørt at fáa umskipað FINA

‘International Relations’ nevndin hjá USA Swimming avgjørdi á telefundi 15. november við 14 atkvøðum ímóti 6, at fara víðari við uppskotinum hjá John Leonard stjóra í American Swimming Coaches Association, at biðja um eina ‘massiva yvirháling’ av FINA nevndini. Leonard vísir á deyðan hjá Fran Crippen sum orsøk nokk til at fáa umskipað FINA. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Uppskotið er at fáa skipað eina 15-manna nevnd, við einum forseta frá hvørjum av teimum 5 kontinentunum (Afrika, Amerika, Asia, Evropa og Oceania), umframt einum úrvalsítróttarfólki og einum úrvalsvenjara frá hvørjum av teimum 5 ítróttargreinunum í FINA (svimjing, vatnpolo, vippulop, synkron og ‘open water’).

Verandi skipan er at aðalfundurin velur 22 limir í ovastu nevndina hjá FINA, umfatandi forsetan, fimm varaforsetar (ein fyri hvørt kontinent), ein aðalskrivara, ein aðalkassameistari og 14 eykalimir. Øll úr hvør sínum landi ella ítróttarlandi, 15 alt eftir hvar tey búgva (3 úr Afrika, 4 úr Amerika, 3 úr Asia, 4 úr Evropa, 1 úr Oceania), og restin frá heiminum sum heild. Forsetin, aðalskrivarin og aðalkassameistarin eru so aftur ein ovasta nevnd, sum tekur avgerðir í málum viðvíkjandi FINA reglugerðini og líknandi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.