Áhugaverd grein her á SwimNews, har Craig Lord vísir á ymiskar løgnar hendingar viðvíkjandi doping í svimjing í seinastuni. 19 ára gamli Maxim Shcherbakov úr Russlandi fekk herfyri 1 ára karantenu fyri í 8 mánaðir at ikki fortelja WADA hvar hann var. Spanski Rafael Munoz fekk hinvegin ongan straff, tí at hann skal hava verið ‘psykologiskt óstabilur’, hóast tað tríggjar ferðir ikki var eydnast dopingfólkunum hjá WADA at finna hann … fyri síðani at gerast evropameistari nakrar mánaðir seinni.
Í Italia kritiserar venjarin Andrea di Nino skipanina, tí at hansara svimjarar ikki hava verið testaði yvirhøvur, fyrr enn russiski Evgeny Korotyshkin og kenyanski Jason Dunford nú herfyri vóru testaðir. Hann meinar at svimjingin hevur ein dopingtrupulleika, og at reglulig testing við viðføra, at svimjarar við dopingætlanum skifta til onnur lið (?).
Í Brasil eru tey beinleiðis ill nú, eftir at enn ein brasilskur svimjari er tikin fyri doping. Alex Pussieldi á størstu brasilsku svimjiheimasíðuni bestswimming.com.br skrivar her, at tey í Brasil hava heimsmet í doping innan svimjing, og at tey tí sum er ikki fara at kunna gera ítróttin populeran, tí at ímyndin er so ljót, tí at tey ikki at fara at kunna skaffa sponsorar, “For incredible as it seems, our sport is dirty”.
Pussieldi heldur at tað er upp á tíðina at farið verður eftir bakmonnunum, tað vil siga at teimum læknum sum skriva út reseptirnar, og teimum apotekarum sum handa tað út til ítróttarfólkini. Sum er hevur tað onga ávírkan á hesi, tá ið ‘teirra’ ítróttarfólk verða tikin fyri doping, av tí at tað ikki er kriminelt at gera so. Pussieldi heldur at tað eigur at kunna kallast fyri brotsverk, so at løgreglan kann koma inn í málið.
Har eru aðrar søgur eisini, í hasum hjá Craig Lord. Um ein 13 ára gamlan drong í Týsklandi sum varð testaður positivur fyri clenbuterol, av tí at mamma hansara hevði givið honum tað í Týsklandi rættiliga populera hostamedisinið “Spasmo-Mucosolvan” upp undir eina kapping. Heilivágur sum gott nokk krevur resept, men sum er so mikið populert í Týsklandi, at fólk nærmast ikki hugsa um at tey taka tað. Og um eina 14 ára gamla gentu sum gavst við lop av vippu, og fortaldi týska svimjisambandinum um hetta, fyri síðani at fáa 2 ára karantenu tí at svimjisambandið hevði forsømt at fortelja tað víðari.