Árliga evropameistarastevnan á stuttgeil er í Eindhoven nú 24. – 28. november 2010, sum lýst á www.ecswimming2010.nl, og her á heimasíðu hjá evropeiska svimjisambandinum LEN. Startlistarnir og úrslit fara at kunna síggjast her, ‘live timing’ verður her, og gjørligt verður eisini at kunna síggja kappingarnar beinleiðis á internetinum.
Stevnan er eitt sindur skerd í ár, av tí at altjóða svimjisambandið FINA hevur valt at leggja HM í desember mánaða, heldur enn á vári, samstundis sum Commonwealth Games var í oktober mánaða, og samstundis sum World Cup stevnurnar akkurát hava verið. Nógvir svimjarar velja tí heldur at venja nú fram ímóti HM, enn at kappast á EM, íroknað okkara egna Pál Joensen. Men fyri tað verður nokk okkurt áhugavert at síggja á EM, millum annað tí at freistin at klára góðar tilmeldingartíðir til HM er um at fara.
Haldi tað er fyrstu ferð at ein altjóða meistarastevna ordiliga tekur Twitter og Facebook til sín.
Live-tíðirnar síggjast eisini á svimjing.com/live.
Vit kunnu fara at seta hatta upp
sí http://www.svimjing.com/live
Hesir finalistarnir í 400 frí eru funnir fyri løtu síðani:
Splitt-tíðirnar
Sæst her: http://www.europeanchampionships.org/Eindhoven_2010/?pag=webcasting&lang=en
Ókey mynd, men ljóðar sum um at har eru bara eini 5 fólk í høllini 😀
Anders Lie legði hart út og førdi við 100 m, men datt so afturúr. Okkurt gekk galið hjá Pizzetti í byrjanini, m.a. stakk hann høvdið upp úr vatninum eftir 100 m, men hann hevði 3. skjótastu millumtíðir við 250 og 300 m, so kanska svimur hann frægari í 1500. Colbertaldo og Biedermann fylgdust so at siga allan vegin til Biedermann setti endaspurtin inn.
Colbertaldo, Biedermann og Selin
Splitt-tíðirnar
Á rai.tv fortelja Pizzetti og Colbertaldo hvat gekk galið – men á italienskum so…
Colbertaldo sigur m.a.:“C’ho provato – sono arrivato vicino al personale. Ma Biedermann nel finale è troppo veloce. La medaglia mi era sfuggita due anni fa, stavolta sono riuscito ad interpretare la gara come andava fatto”, ið er okkurt um hann helt seg til, men at Biedermann var ov skjótur í spurtinum.
Tíðin hjá Pellegrini í 800 b-finaluna í morgun var 8:15.20, ið sær út til at vera nokk til eina medalju. Besta tilmeldingartíð til a-finaluna er 8:20.83 (Costa Schmid, ESP).
Pellegrini lá undir liðini á írsku Murphy til hon setti fer á tá 200 m vóru eftir. A-finalan sæst kl 16 í dag á svimjing.com/live.
Spanska Mireira Garcia Belmonte svam 8:20.15 í oktober mánaða, og danska Lotte Friis 8:20.66 á World Cup í Stockholm:
http://www.swimrankings.net/index.php?page=rankingDetail&rankingClubId=33017151&firstPlace=1