Kravtíðir til EJM 2011

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Starvsnevnd SSF hevur nú ásett kravtíðirnar til evropeisku juniormeistarastevnuna í Beograd 2011, eftir somu skipan sum til EJM í Helsinki í summar, men nú við ymiskum kravtíðum til fyrsta- og annaðársjuniorar. Sum heild eru kravtíðirnar herdar umleið 1% hjá teimum eldru, og linkaðar tilsvarandi 1% hjá teimum yngru.

Kravtíðir 2011 (25m): http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2011-25m/
Kravtíðir 2011 (50m): http://www.ssf.fo/kapping/kravtidir/kravtidir-2011-50m/

Kravtíðirnar til EJM í Helsinki í 2010 vórðu roknaðar sum 6 prosent afturat veikastu heiðursmerkatíð frá undanfarna EJM í Prag í 2009, uttan nakra sundurskiljing í fyrsta- og annaðársjuniorar. Men við tað at støðið á hesum heiðursmerkjatíðum versnaði í meðal 1% frá 2009 til 2010, samstundis sum okkara svimjarar halda tørn og betra seg, so kunnu vit loyva okkum at herða okkara skipan til 5 prosent afturat veikastu heiðursmerkjatíð frá Helsinki, uttan at tíðirnar fyri tað gerast harðari. Vit nærkast altso toppinum, sjálvt uttan at svimja skjótari.

Svimjisambandið ynskir hartil menning eisini frá yngra til eldra juniorárgangin, og innførir tí ymiskar kravtíðir til fyrsta og annan árgang. Rættiliga einfalt, við at linka kravtíðina við 1% til fyrstaársjuniorar, og herða kravtíðina við 1% til annaðársjuniorar. Hesin munur á 2% samsvarar rættiliga væl við munin á 2-3% sum vit síggja á triðbestu fyrsta- og annaðársjuniorar á EJM, og við munin á 2-3% millum triðbestu fyrsta- og annaðársjuniorar á evropeisku styrkismetingarlistunum hjá SwimRankings.

Kravtíðirnar til EJM í Beograd 2011 eru sostatt 6% hjá fyrstaársjuniorum, og 4% hjá annaðársjuniorum. Við sama møguleika sum seinast, at kravtíðirnar kunnu klárast á stuttgeil eisini, um svimjarin har klárar eina kravtíð sum er langgeilatíðin minus 2%. Hendan møguleika at kunna klára kravtíð á stuttgeil til kapping á langgeil, halda vit í starvsnevndini at vit noyðast at hava, so leingi sum eingin langgeil er í Føroyum.

Nú kravtíðirnar eru ásettar, kunnu vit staðfesta at í øllum førum Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsstovu úr Havnar Svimjifelag hava klárað kravtíðir til EJM, og at minst tveir aðrir svimjarar hava góðar møguleikar at koma við til Beograd, um teir betra seg nakað av tí frá 2010 til 2011, sum teir betraðu seg frá 2009 til 2010. Hetta skuldi verið væl møguligt, halda vit, og tað eru tí útlit fyri at EJM liðið fer at telja fleiri svimjarar í 2011 enn 2010, hóast at krøvini nú fyri part av svimjarunum eru eitt vet harðari.

EJM verður í Beograd mikudag til sunnudag tann 6. til 10. juli 2011.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

næstformaður

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.