Tony Austin skrivar her á scaq.blogspot.com um vaksandi ruðuleika í Rio de Janeiro, har stríðið hjá løgregluni at fáa narkokartellini úr fátækrabýlingum hevur viðført, at balladan nú er í teimum ‘ordiligu’ býarpartunum eisini. Einir 96 bussar og bilar eru brendir í gøtunum, løgreglan koyrir runt í tanks, og fólk verða rænd og hótt og dripin fyri eitt gott orð.
Har var eisini galið í Sao Paolo, tá ið Formel 1 koyringin var har, sama vikuskifti sum World Cup var í svimjing í Stokkhólmi. Nakrir menn við skambyrsum og maskinbyrsu royndu at leggja á bilin hjá Jenson Button, í einum vegamóti mitt í býnum, men lukkutíð var bilurin bæði skotsikkur og bilførarin ein servandur løgreglumaður, so at teir sloppu vekk aftaná at hava krasjað nakrar bilar. Verri var hjá nøkrum mekanikarum hjá Sauber, sum eina aðra staðni komu út fyri tað sama í teirra vøruvogni, og tá fingu rænt alt møguligt.
Rio de Janeiro skal sum kunnugt vera vertur fyri OL í 2016, umframt HM í fótbólti í 2014.