Italska Federica Pellegrini megnaði í dag tað sum Pál Joensen møguliga má royna eftir í Dubai, nevniliga at vinna heiðursmerki hóast at tilmeldingartíðin hjá henni ikki rakk til finalupláss. Hetta var á EM í Eindhoven, har tilmeldingartíðin hjá Pellegrini ikki var nóg góð til at verða ein av teimum 8 í finaluni, og har hon tí mátti tonsa í innleiðandi riðlinum í morgun. Tíðin hjá henni á 8:15.20 er besta tíð í Evropa í ár, og ferðin í innleiðandi viðførdi eisini, at írska Grainne Murphy vann bronsuheiðursmerki við 8:19.45. Sí úrslitalistan her.
Pál Joensen er okkum vitandi enn millum 8 teir skjótastu til HM í Dubai … men vit vita eisini at har mangla stórnøvn á listanum, sum til dømis Oussama Mellouli OL meistari og heimsmeistari á langgeil, kanadiski Ryan Cochrane, og kinesararnir. Skipanin er einføld, at tú hevur bara loyvi at brúka tilmeldingartíðir frá tilmeldingarfreistini og eitt ár aftur, sum passar til at Pál kann brúka tilmeldingartíðina frá EM í Istanbul. Men har gekk tað sum kunnugt ikki so væl hjá honum, við tað at hann gjørdist nummar 7 av 8; og har eru tí í øllum førum nøkur evropeisk nøvn har frá sum kanska mest vegna superdraktir í 2009 svumu skjótari tá enn hvat nakar ger nú, og sum tí kunnu skumpa Pál úr finaluni.
Og latum okkum sláa kalt vatn í blóðið – innleiðandi riðlarnir í 1500 verða síðst á skránni, sunnudag í Dubai, har innleiðandi fyrst byrjar klokkan 10. Um nú Mellouli og kinesararnir eisini mangla pláss í finaluni, tá ið tann tíð kemur, so kann tað jú nærmast enda við at besti innleiðandi riðil verður tann sum fólk ynskja seg í, heldur enn at skula hava Coldbertaldo & Co sum ‘kanin’ í finaluni 🙂
Sær út til at Craig Lord hevur yvirsæð hvør ið vann kappingina:
http://www.swimnews.com/news/view/8248
… so sær tað altso út til at Pellegrini vann. Tað er í øllum førum hon sum stendur í miðjuni her:
Og tað er hon sum hevur vunnið sambært SwimmingWorld Magazine:
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/25802.asp?q=European-Short-Course-Championships:-Stanislav-Donets-Sets-European-Record
Women’s 800 free finals
Italy’s Federica Pellegrini cruised to victory in the distance free event with an 8:15.20. That swim put her third in the world this year behind Katie Goldman (8:12.65) and Blair Evans (8:14.86). Hungary’s Boglarka Kapas touched second in 8:18.56, while Ireland’s Grainne Murphy earned third in 8:19.45 as the pair moved to fourth and fifth in the world rankings.