Svimjing.com testar stream av telefonsamrøðu í dag

Bartal og eg hava seinastu vikuna testað ymiskar loysnir til at fáa ‘streama’ telefonsamrøður, til at víðka um tænastuna her á www.svimjing.com. Vit fara tí í dag frá klokkan 15:45 at royna eina loysn alment á www.svimjing.com/live, har eg fyrst fari at royna at ringja til Jón Bjarnason í Vági, og vit síðani í felag fara at fylgja við og kommentera 1500 metra finaluna á EM í Eindhoven beinleiðis á www.svimjing.com/live.



Vit hava roynt ymiskar loysnir seinastu vikuna, og hava í øllum førum tvær í ermuni. Onnur er púra ókeypis, at vit hvør í sínum lagi ringja til eitt amerikanskt telefonnummar, sum man tilfeldigvís í løtuni kann gera púra ókeypis við telduposttænastuni Gmail hjá Google. Hin kostar eitt sindur av ‘Skype Out’ pengum, av tí at vit tá brúka Skype til sjálva samrøðuna millum okkum, við streaming-tænastuna sum ‘við-lurtara’.

Av tí at tann seinna gevur møguleika fyri at eg samstundis kann ringja til vanliga fartelefon eisini, so verður tað hana sum vit fara at royna í dag. Fari at vita um tað ber til at fáa eitt prát við Jón um juniormetið hjá Tanju, sum upptakt til finaluna í 1500 frí í Eindhoven.

Øll testin verður tøk á netinum, sum bandað samrøða.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.