Eg royndi sum ætlað at ringja til Jón Bjarnason her beint áðrenn kappingarnar byrjaðu aftur í Vági, og fekk í samrøðuni her nakrar viðmerkingar frá honum um sjúku millum svimjarar og um metið hjá Tanju. Síðani hendi so tað, at ‘fat finger’ Rókur her ikki dugir nóg væl við Skype, og tí kom til at sløkkja fyri allari samrøðuni, og harvið eisini fyri iPadio stream, heldur enn at bara fáa Jón úr samrøðuni. Hartil høvdu LEN eftir øllum at døma flutt 1500 metra finaluna, so at tað var ov seint at kommentera hana, men í prinsippinum riggar tað altso 🙂
Splitt-tíðir frá 1500 a-finaluni í Eindhoven.
Kelda: Omegatiming.com
Cobertaldo svimur handan 1500m so nógv betur enn hinir.
At goyma kreftirnar til tað er ov seint…Hah! Frolov hevur ein fínan 50m at enda við, men manglaði teir fyrstu 1450m.. ERROR!
Kienhuis svam annars akkurát sum eg spáddi eftir world cup í Berlin, seinni!!! Hann var virkuliga niðurtrappaður tá… why?
Pizzetti var fremstur eftir 800m, altso, hann royndi frá byrjan av, men kreftirnar rukku ikki. Colby sær út til, og tað var nakað eg hevði vanta, at hann er komin fyri seg aftur eftir at poly-draktirnar eru burtur, men eg trúgvi ikki uppá hann til HM.
Arnd Ginter (venjarin hjá Samuel Pizzetti) hevur sagt við meg, at hann hatar stuttbana. Kanska hevur Samuel somu hugsan. Eg minnist at Samuel hevði óhugnaliga vánaligar vendingar í Potsdam, og tað er nakað í merkist aftur tá ið ein skal venda 59 ferðir. Eg veit frá venjing at Pál kann liggja og variera við meira enn ½ sek. pr. 50m bara við at venda ordiligt/vánaligt. At venda ordiligt er óiva tyngri enn at venda vánaligt, men tað gevur altso nakað av sær, um ein ger sær ómak og nýtir tær eyðka kreftirnar, og tað prógva italiumenn til EM 😉
Munur er so á Budapest og nú, ja serliga fyri Colby og Samuel, tí nú spæla teir ein heilt annan melodi 😉 Colby dugir nakað væl betri at koma inn og úr einari vending. Hetta er nakað sum ein má hava við sær til Dubai!!!
Lie hevur haft ein nú-má-bera-ella-bresta taktikk teir fyrstu 300 m 🙂
Við at trýsta á play-knappin niðast til vinstru sæst leypandi á y-ásini, hvussu nógv sekund svimjarnir vóru aftanfyri fremsta svimjaran, ið var Anders Lie á geil 8 (0-750 m), Samuel Pizzetti (800-850 m) og Frederico Colbertaldo (850-1500 m). X-ásin vísir hvussu nógvar metrar teir hava svomið. Teir fyrstu 100 m eru ikki við vegna avmarkingar í Google Motion Chart. Á x-ásini ber til at sortera eftir geil nummar (Order:Alphabetical) ella leypandi støða (Order: sekund).
Møguliga er eitt bobblu-diagram lættari at skilja enn eitt stabba-diagram.
Men ótrúliga sigandi. Smart
Kundi hugsa mær at vita um nakar ger so nógv burturúr svimjing og analysu sum svimjing.com :o)
Takk fyri!