Viðfestur er úrslitalistin frá kapping 15 til 26 á Bank Nordik stevnuni í Vági í dag. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met og 2 juniormet har suðuri, umframt at í øllum førum Jonna B. Thomsen vann sær silvurnál við stjørnu við tíðini 2:10.74 sum fyrsta genta í 4 x 200 frí stafettini hjá Fuglafjarðar Svimjifelag.
Eg kann fortelja okkurt stuttligt um 200m hjá Magnusi (eg trúgvi ikki at tað ger nakað)
Magnus hevði til uppgávu at svima undir 30 sek. í rygg í hasun 200m blandað, nakað sum sjálvandi er ein partur av útviklingini hjá honum, tí tá hann klárar tað, OG kemur heim í frí undir 30, so er stórur møguleiki fyri at hann svimur undir 2min í 200m blandað.
Well, motivatiónin hjá Magnusi var hendan: Undir 30, og tú fær eina Mars barr 😉
Hann var 1/10 sek. frá um eg minnist rætt. Men flott hóðast alt, hann er júst “komin aftur” eftir sjúku.
Og so var tað Jonna… Jonna Jonna Jonna. Eg blívi aldrin heilt klókur uppá hana. Hon svam ikki soo skjótt í morgun, hevði tað ikki so gott hoyrdi eg. Men hallo tað var ein góður 200m frí sum hon svam í dag í liðsvimjing. 2:10,79
Fyrstu 100m á 1:04,89 sum eg trúgvi hon ger betur um ikki so leingi, og undir 1min í 100m frí er væl ikki langt vekk.
NJM – 4x200frí gentur árg’96 sær gott út í ár. Og til NJM desembur 2011 banka nakrar árg’97 gentur uppá, og hesar svimja væl 2:05 ella betur um tað tíð, tá verður spennandi og nógvar um plássini.
Sigmundur, Sigmundur, Sigmundur, Sigmun……:D