Amerikanskir miðlar hava seinastu vikurnar skrivað um hvussu svimjivenjarin Ken Stopkotte er meldaður til løgregluna fyri “felony theft”. Nú skrivar Tony Austin á scaq.blogspot.com, at hetta er maðurin sum í sínari tíð setti seg í samband við seg um tá byrjandi sex-gøluna í USA Swimming, og sum síðani vegna avdúking á ABS News 20/20 hevur fingið eina rúgvu av fíggindum í amerikanska svimjiheiminum. Austin sigur seg hava fingið skjøl frá ónevndari keldu sum benda á, at Stopkotte ikki hevur ætlað sær hesa hallarleigu sjálvur, og at ónevnda keldan lovar meira tilfar í næstu viku. “The anon source did drop a bomb that I am too chicken to print. They say I will be getting more details next week. “
Les (nógv) meira í tí fylgjandi …
Sum útgangspunkt undraði tað meg (Rók), at m.a. SwimmingWorld Magazine beinanvegin nevndi mannin við navni, hóast at talan her ‘bara’ var um simpult tjóvarí. Tað er jú púra vanligt at verja fólk í øllum førum til tey eru um at verða dømd, eisini í USA, og eg meini at eisini SwimmingWorld Magazine hevur valt at lata fólk vera ónevnd fyrr, sum vóru undir nógv álvarsligari ákæru um siðamisnýtslu. Eg minntist ikki til navnið Stopkotte, men gitti at hetta mátti verða onkur sum var kendur í amerikanska svimjiheiminum, síðani at hann skuldi nevnast við navni. Og lat so annars verða við at nevna tað her á www.svimjing.com, við tað at tað tyktist sum bara eitt simpult mál um onkran amerikana sum stjól nakrar pengar.
Men søgan var altso at Stopkotte varð handtikin, tí at hann skal hava kravt YMCA fyri 17.000 dollarar í svimjihyljarleigu á Fishers High School, sum hann síðani skal hava koyrt í lumman sjálvur. Hann var tá høvuðsvenjari hjá Fishers High School og Fishers Area Swim Tigers (FAST), til hann í september mánaða varð settur úr starvi og blakaður úr the American Swimming Coaches Association, tí at hann viðgekk at hava uppfunnið tíðir hjá svimjarum. John Leonard stjóri í ASCA segði tá sambært SwimNews.com:
“While we are sad that any swimming coach would engage in deliberate and destructive cheating of this nature, which destroys the integrity of our sport and stains the integrity of every professional swimming coach, and cheats other athletes out of legitimate placings, results, and standings, we applaud the courage and strength of Indiana Swimming in pursuing this case to its conclusion, particularly in light of the determination of both local and national media to incorrectly link the punishment of this coach to his comments placing himself in a “heroic” light in defense of his own program. Note that as a part of this final judgement, Mr. Stopkotte admits that his punishment had nothing to do with his comments regarding USA-Swimming and child protection issues.” His attempted linking of his blatant cheating on swim times submission and his gratuitious comments on a TV program in the spring related to the serious issue of child protection issues, is particularly disturbing.
“This individual has been proven to be both a cheat, and a liar (in his previous comments relating to the reason for his punishment by Indiana and USA Swimming. Both are clear violations of the ASCA Code of Conduct.”
Sambært greinini á SwimNews.com var brotsgerðin viðvíkjandi tíðum, at Stopkotte skal hava broytt ella sett inn tilsamans 180 følsk svimjiúrslit í úrslitalistarnar frá trimum stevnum hjá FAST í februar 2010, íroknað at 31 kolldømingar vórðu broyttar til at vera lógligar tíðir. To the best of Indiana Swimming’s and USA Swimming’s knowledge, there have never been any violations of this type or magnitude involving final results of swim meets..
Brotsgerðin varð uppdagað, tá ið onkur tann 1. mars 2010 ringdi til Indiana Swimming, við spurningi um nakrar dupultar tíðir í dátugrunninum hjá USA Swimming. Indiana Swimming ynskti Stopkotte út beinanvegin, men Stopkotte mótmælti at hann einki skeivt hevði gjørt, og at hetta bara var hevnd afturfyri at hann hevði talað út um USA Swimming og Indiana Swimming, sambært pressuskrivinum frá Indiana Swimming sjálvum “in another legal matter”. Legg til merkis her, at Indiana Swimming ikki ynskir at nevna tað sum síðani endaði við dóm og gølu, um siðamisbrot í amerikanskari svimjing.
Málið koyrdi so í fimm mánaðir, til tað endaði við eini avtalu um, at Ken Stopkotte einsamallur tók alla ábyrgd á seg. Hann viðgekk sambært pressuskrivinum frá Indiana Swimming eisini, at kanningin hjá Indiana Swimming á ongan hátt var hevnd fyri nakað annað sum Stopkotte hevði sagt ella gjørt ímóti Indiana Swimming og USA Swimming. Og fekk so 5 ára bann frá Indiana Swimming, 2 ára bann frá USA Swimming, og onkra bót sum ikki er almannakunngjørd enn.
The agreement with Ken Stopkotte involves him admitting he was the person solely responsible for the fraud, deception and dishonesty as it relates to the swim times. Stopkotte has also admitted that despite his previous statements to the press, the Indiana Swimming investigation which resulted in the complaint was in no way retaliatory for any of Stopkotte’s other statements or actions regarding Indiana Swimming or USA Swimming. The agreed upon penalties for Stopkotte are a two-year ban from USA Swimming membership, a five-year ban from Indiana Swimming and undisclosed financial penalties.
Gev gætur, at eg (Rókur) ikki fann rætta orð fyri “agreement” her. Eg giti at tey hava ‘settled’ her, altso gjørt eina avtalu um ikki at koyra hetta víðari gjøgnum rættarskipanina, tí at tað er dýrt og tí at dómurin tá kann falla verri út fyri báðar partar. Hetta erka-amerikanska, at báðir partar hótta við ekstremum krøvum, sum so enda við at tey gera eina sínamillum avtalu í staðin. Mær vitandi kann man til dømis í USA koma út fyri at skula viðganga manndráp, til at tryggja sær ‘bara’ lívslangt fongsul, tí at ákærin annars hóttir við at krevja avrætting. Ein orsøk til ikki at búgva í USA, tá ið man bara er ein simpul persónur uppi ímóti tí stóra maskinarínum.
Námen, Stopkotte varð koyrdur frá, og hevur síðani fingið hetta upp á seg afturat, at hann skal hava stungið pengar fyri leigu av svimjihøllini í egnan lumma. Tony Austin skrivaði tá á scaq.blogspot.com, at hetta slag av korruptión hendir allastaðni í USA. Um eg skilji tað rætt, so hevði Stopkotte sum høvuðsvenjari hjá bæði skúlanum og svimjifelagnum havt fullan ráðarætt yvir svimjihylin, og valdi so at lata yvirskotstíð til YMCA, afturfyri leigu sum nú vísir seg ikki at hava funnið vegin fram til skúlan, sum jú veruliga átti hylin.
This sort of corruption is taking place in pool facilities all over America. This is not an isolated case. If a local swim team or a masters swim club wants to get into a pool, the head coach is the first person they have to see. In most cases the coach will say the following: What will you bring to this facility to make it a better pool? Or the possibility that a coach will suggest something more sinister like: “What will you do for me?”
Austin koyrir tá víðari, at hetta er bara éin trupulleiki í amerikanskari svimjing, sum USA Swimming so hinvegin velur at leggja nógv harðast eftir. Fólk verða handtikin og navngivin á SwimmingWorld Magazine fyri smáting, meðan mál sum deyðsólukkan hjá Fran Crippen og siðamisnýtslu verða tagd burtur og/ella drigin í langdrag.
To their credit FINA and USA Swimming have called for an investigation, but nothing has been investigated so far according to Swimming World on November 22nd 2010:
“As of two days ago, the FINA open water committee has not been charged by FINA to find out what went wrong in Dubai,” Shoulberg said.
[Link]
We are now entering a phase in swimming where swim coaches are being routinely arrested and Swimming World is becoming a quasi police blotter since they have been reporting any convictions made.
Í hesum nýggjasta postinum sigur hann so frá ónevndari keldu, at rapportin hjá løgregluni ikki nevnir nakað sum helst um at Stopkotte skal hava brúkt pengarnar til persónligan ágóða, og heldur ikki at ‘privata’ kontan hjá Stopkotte í veruleikanum var ein konta hjá svimjifelagnum FAST (!)
“… Attached is the police report. [Note:] There is no mention whatsoever that Ken used any of the funds for personal gain, no mention that he embezzled money, no mention that the monies in said “private account” which in reality was a FAST account found its way to Ken.
Gev at enda gætur, at eg (Rókur) ikki áni hvør ið hevur rætt í hesum máli. Stopkotte tykist at vera eitt sindur av einum ribbaldi, sum kanska hevur fuskað við nøkrum tíðum, og kravt nakrar pengar inn sum burdu verið farnir til skúlan. Men um tað ikki er meira í hesum enn hetta, so hevur hann heldur ikki gjørt meira enn tað, út yvir at átala USA Swimming og Indiana Swimming í sambandi við gøluna um siðamisnýtslu.
Og her steðgar tað so fyri meg persónliga, við at USA Swimming, Indiana Swimming, American Swimming Coaches Association og John Leonard tykjast sum størri ‘bad guys’ enn Ken Stopkotte. Tí allir hesir partar stríðast við einum nógv størri trupulleika við misnýtslu, har einstaklingar sum Ken Stopkotte eru tey einastu sum fyri okkum uttanfyri standandi tykjast at veruliga tala at. USA Swimming duldi bevísiliga ein lista við nøvnum yvir siðamisbrótarum, har éin enntá var fyrrverandi stjóri hjá teimum, ið síðani fekk viðmæli frá USA Swimming til at fara í svimjifelag at arbeiða, uttan at USA Swimming fortaldi svimjifelagnum, at hesin var siðamisbrótari !
Eg havi ikki kannað lutin hjá Indiana Swimming, men havi meira enn einaferð lisið harðar ákærur frá einstaklingum ímóti American Swimming Coaches Association og John Leonard, at tey ikki blanda seg uppí og tala at siðamisnýtsluni millum amerikanskar svimjivenjarar. Tá virkar tað fyri meg persónliga heilt skeivt, at John Leonard í hasum omanfyri skrivar ordiliga salvilsisfult um ein heilt forferdiligan banditt, sum hevur fuskað við nøkrum tíðum.
Ikki at eg forsvari fusk av tíðum ella at pengar verða stolnir. Tað er bara tað, at hitt er nógv verri.
Kevin Costner fer at spæla Ken Stopkotte í filminum.
Gene Hackman spælir John Leonard 🙂