59 av heimsins bestu havsvimjarum biðja nú FINA um at broyta reglurnar fyri “open water” svimjing, í undirskrivaðum brævi og við 11 nágreiniligum uppskotum til broyting, sjálvsagt við tilvísing til hendingina tá ið Fran Crippen doyðu á ársins síðstu stevnu. Svimjararnir eru til dømis Thomas Lurz og Larissa Ilchenko, sum SwimNews.com skýrir “king and queen of open water swimming”, Jan Wolfgarten, Angela Maurer, David Davies, Keri-Anne Payne og Christine Jennings.
Svimjararnir ynskja:
- Eitt lágmark og hámark fyri vatnhitan á 18-28 Celsius
- Betri eftirlit við vatndálking og vatngóðsku
- Ein fylgibát til hvønn svimjara, sum á HM í 1991
- Ein GPS transpondara (sendara) til hvønn svimjara
- Standard boyur, matarøki, máltunnil og ‘touch pads’ á málinum
- Fastar mannagongdir á tekniskum fundi, við denti á trygd
- Ríkiliga atgongd til svimjihyl at venja í, í leypi av stevnuni
- Veðurumstøðurnar MUGU umhugsast á stevnum í londum veður ekstremum veðurlagsbroytingum
- Vekk við regluni um at svimjarar mugu kappast á síðstu stevnu
- Betri hýsing og nokk av góðum mati. Skipanin við at skula deila kømur má vekk.
- Skilabetri kalendara, so at svimjararnir ikki skulu ferðast óneyðugt millum heimspartar
FINA hevur her um somu tíð fráboðað, at tey útseta 10km Marathon Swimming World Cup til at byrja í Brasil í apríl, so at neyðug tíð er til at eftirkanna hendingina tá ið Fran Crippen doyði í Dubai. Stevnan í Dubai er enn í kalendaranum fyri 2011, men við viðmerkingum um at bæði býur og dagur verður ásett seinni.