Trine Gudnitz hevur bara frí jólaaftan

23 ára gamla Trine Gudnitz trenar 25-30 kilometrar dagliga, 6 tímar um dagin, á NTC undir leiðslu av Paulus Wildeboer, allar dagar um árið uttan 24. desember, umframt at lesa á universiteti. Alt til at royna at koma við til OL í London í 10 km ‘open water’ svimjing fyri Danmark. Hon royndi eisini at kvalifisera seg til EM í Budapest í summar, men kom bara nær kravtíðini við tíðini 2:11.00 í 10 km ‘open water’ stevnu í Barcelona. Gudnitz sigur um ‘open water’ svimjingina, at hon har ofta er yngst, í mun til at vera elst í svimjihyljunum. Les SwimNews.dk

Jeg fik at vide, at det er her, jeg har størst talent. Men jeg kan også bedre lide åbentvands- stævnerne , hvor der er en helt anden stemning og svømmerne er ældre. Ved konkurrencer i bassin er jeg næsten altid den ældste -på åbent vand er jeg en af de yngste.

One thought on “Trine Gudnitz hevur bara frí jólaaftan”

  1. … sá hana venja í NTC, tá ið vit vóru og vitjaðu í summar. Meðan hini svimja intervallir og bein og práta við Wildeboer og so framvegis, og Lie og (serliga) Glæsner sóu eitt sindur misnøgdir út um at skula svimja 4 x 1500, so koyrdi henda Gudnitz bara aftur og fram og aftur og fram og aftur og fram, vist nokk okkurt ófatiliga ofta ganga 1000 metrar.

    Vit vóru har í 2 tímar, at síggja venjingina fyrst og fremst hjá Friis og teimum. Tá lá Gudnitz longu og koyrdi aftur og fram. Hon gavst umleið samstundis sum hini, og var tá fullstendiga upployst í andlitinum. Brillumerkir av ringasta slag, og blóðreyð í høvdinum.

    “Sådan træner hun hver dag”, segði Hinge 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.