Kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin

Tíðindaskriv frá fyrireikarunum av Svimjihøllini á Oyrunum

Í oktober vóru fyrireikarnir av 50 m. svimjihylinum í Suðuroynni á fundi við allar borgarstjórarnir í Suðuroynni, har verkætlanin ”Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági” varð løgd fram.

Samstundis varð eisini latin kommununum umsókn um stuðul til verkætlanina. Søkt varð um 100 kr. pr. íbúgva í 2011 og somu upphædd í 2012, svarandi til umleið 1 mió. kr. samanlagt.

Á fundinum tóku borgarstjórarnir sera væl ímóti verkætlanini. Vit eru sera fegnir um at borgarstjórarnir og síðani kommunustýrini í oynni hava tikið so væl ímóti verkætlanini. Og nú kommunustýrini í oynni hava viðgjørt stuðulsumsóknina, er eisini greitt, at allar kommunurnar í Suðuroynni standa saman um 50 m. svimjihylin.

Vit eru gleðast um at kommunurnar í oynni standa saman um eina fyri Suðuroynna og fyri Føroyar so týðandi verkætlan.

Fyrireikararnir

Grøn Multihøll á Oyrunum í Vági

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.