Mads Glæsner vann í kvøld 800 frí á donsku meistarastevnuni, við heimsins bestu tíð í vetur, 7:42.17, har týski Jan Wolfgarten í november svam 7:46.70 á týsku stuttgeilameistarastevnuni í Wuppertal, og brasilski Lucas Kanieski svam 7:48.74 á brasilsku meistarastevnuni í Rio í september mánaða. Italski Samuel Pizzetti eigur fjórbestu tíð 7:48.74 frá italsku meistarastevnuni í august, og Pál Joensen síðani fimtbestu tíð 7:48.80 frá World Cup í Berlin í november mánaða. Her skal tó nevnast, at danin og týskarin svumu sínar tíðir í 800 metra kapping, meðan í øllum førum italiumaðurin og Pál svumu sínar sum splitt-tíð í 1500 metra kapping. Sí úrslitalista her á livetiming.dk.
Handan tíðin hevur ikki sooo nógv uppá seg, og er als ikki nokk at hava við sær til Dubai. Men eg hevði ikki vænta eina betur tíð nú hann “bert” megnaði 3:43,71 í 400m finaluni, undir 2 vikur frá HM finaluni á sama teini. Hetta er uml. 7 sek. seinni enn hansara danska met á teininum.
Rouault svam í gjár 7:39.96, ella gott 2 sek. skjótari enn Mads. Tann tíðin kemur neyvan til at halda sum indikator til nakað metal í Dubai i 1500m
Europarekordin er 7:31.18, tað er Federico Colbertaldo í einari Jaked, kanska ikki besta samanlíkning, men tó næstan 9 sekundir skjótari enn tíðin hjá Rouault, og heili 11 sekundir skjótari enn Mads.
Mads svimur 1500m seinni í dag, tá blíva okur kanska klókari, um hann altso hevur hug til at royna seg “all out”
1500 frí er event 39, í løtuni er event 37 í gongd.
http://livetiming.se/live.php?cid=610&session=8
Tíðin hjá Mads Glæsner varð einki serlig, 14:55.91. Hann legði lutfalsliga hart út, legði seg á odda beinanvegin og var skjótt 5 sekund frammanfyri nr 2, Anders Lie. Men splitt-tíðirnar hjá Glæsner lógu typiskt yvir 30 sek per 50 m aftaná 450 m. Anders Lie hevði hereftir fleiri splitt tíðir, ið vóru skjótari enn Mads. Endaliga tíðin hjá Anders Lie varð 14:57.78, also tók hann 3 sekund inn á Mads aftaná teir fyrstu 500 m.
Anders Lie vann silvur í 4×50 frí stutt áðrenn 1500 frí. Mads luttók ikki í 4×50 frí.