Birita Debes megnaði í kvøld at vinna gull í 100 metra ryggsvimjing á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Hetta er fyrsta gull sum nøkur føroysk genta hevur vunnið á norðurlendsku meistarastevnuni yvirhøvur, afturat teimum trimum sum Pál vann á NJM í Tórshavn í 2007. Tíðin 1:01.46 er stór betring av føroyska metinum og juniormetinum hjá Biritu, sum var 1:03.15 frá landsdystinum ímóti Íslandi í oktober. Sí úrslitalistan her.
Birita vann sær eisini gullnál við stjørnum, við tað at tíðin 1:01.46 er skjótari enn nálatíðin 1.01.63.
http://www.ssf.fo/kapping/nalatidir-10/
Til nú eru tað bara hon og Pál sum hava vunnið sær hesa nálina.
Tær báðar Olivia Rawlinson av Isle of Man og Bjørg Seloy úr Føroyum
😀
http://www.islandgames.net/cms/swimming________________________________________________________9fc00385edb75beba4fd693f04fec056________________________________.pdf